Lionel Messi var sjónliga merktur tá ið hann tosaði um hvussu tað kennist at gevast í FC Barcelona. Fleiri miðlar skriva longu at helst fer hann til PSG.
– Teir seinastu dagarnar havi eg hugsað nógv um hvat eg skuldi siga, men sannleikin er at eg fái ikki sagt nakað, tí tað er sera torført hjá mær eftir so mong ár í Barcelona. Eg havi verið her alt mítt lív. Eg eri ikki klárur til hetta, segði Messi meðan tárini runnu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo