Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Takið ábyrgd, nú tit sita við ábyrgdini, heldur enn at peika eftir teimum undanfarnu.

Tað er ræðandi, at Føroya løgmaður seinastu tvey árini, brúkar orku uppá at skylda uppá hini, tí hansara samgonga ikki megnar at stýra.

Tað vóru føgur vallyfti givin frá sitandi samgonguflokkum, alt skuldi verða betur, øll skuldu fáa meir at liva av, arbeiða minni, bíligari breyð og grønmeti osv. og hall skuldi vendast til yvirskot.

Higartil er onki av hesum lyftum hildið, tvørturímóti hava øll fingið ein tyngri gerandisdag, hægri avgjøld á borgara og vinnu, og yvirskotið sum var, er vent til hundraðtals milliónir í halli.

Í síni tráan eftir at kasta ábyrgdina frá sær brúkar (misbrúkar) løgmaður eina uppgerð í frágreiðingini hjá Moody’s, har tað framgongur at grundraksturin sveiggjar ár um ár, og at hann var góður í árunum 2019 og 2021, minni góður í koronaárunum 2020 og 2022, fyri síðan at batna nakað aftur í 2023. (Sí talvu niðanfyri)

So mín áheitan á løgmann er, TAKIÐ ÁBYRGD, tað eru TIT sum sita við valdið – um TIT ikki megna tað, eru VIT til reiðar at taka yvir.

Bárður Á Steig Nielsen
Formaður í Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo