Tyrlan hjá donsku sjóverjuni fleyg fyri løtu síðani yvir Havnini við einum stórum Dannebrog og ein minni føroyskum flaggi hangandi niðriundir sær.
VP roynur í løtuni at fáa eina viðmerking frá verjuskipinum í sambandi við átakið.
Verjuskipið liggur á Skálafjørðinum, har eitt ella annað slag av venjing hevur verið í dag 2. páskadag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo