BirkBloggur: Henda mynd varð ein lukka og sæla at síggja í skránni hjá Kommununi um ein grønari miðbý, har borgarin í størri mun hómast at fáa gongu- og tilverurættindi, ið sumstaðni yvirhála bilin, sum handilsvinnan ikki kann liva uttan.
Henning Larsen hevur teknað katalogið, sum býráðslimurin Kári í kvøld sigur verða einmælt samtykt. Akkurát hvat tað merkir, veit eg ikki.
Men teldutekningin omanfyri bendir á, at ljós kann hugsast inn í býðarmiðjuna, og at samansetta og ofta skeiklaða byggilagið í miðbýnum kann greipast og teingjast saman, bara ein heppin pennur er til staðar.
Bravo!
Hetta hevði eg ikki væntað, at ein av ljótastu blettum í Havn kann fáast at lýsa so mikið upp, sum á hesi teldutekning.
Man fær hug at syngja sálmar í hesum steinsetta ljóstúni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo