Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fólk sum vóru á fundi siga. Hetta er tann mest undrunaverdi rattarfundur í Føroya søgu.

Dómur fall, men teir ákærdu fingu ikki høvi at forsvara seg.

Seinastu 12 mánaðirnar hevur Sámal Petur í Grund ikki gjørt annað enn at nokta limunum í Lokalfeløgunum at úttala seg.

29.03.2022 var fundur í Gott Runavík, har kom fram, at undirskriftir vóru fluttar av einum skjali til annað, lógir hjá Landsnevndini vóru samtyktar og góðkendar.

Tá lógirnar um lokalfeløgini komu fyri, vóru tær ikki góðkendar, av tí at táverandi skrivari hjá Landsnevndini, bert hevði flutt undirskriftir av einum skjali til annað skjal. 

08.01.2023 var fundur í skúlaheiminum í Tórshavn, hesin fundur snúði seg um eftirmetingina av valinum, og at nú skuldu undirskriftir innsavnast.

Tann 28.03.2023 var eisini fundur í skúlaheiminum í Tórshavn. Fyri tað fyrsta var hesin fundurin ikki lógliga lýstur, onkur fekk at vita um fundin 21.03.2023, meðan onnur fingu at vita at fundur var 27.03.2023.

Á hesum fundinum legði eg, Sofus Hansen, uppskot fram um meira samanhald millum lokalfeløgini, hetta við at senda skriv millum lokalfeløgini, hetta bleiv einmælt samtykt.

À sama fundi tann 28.03.2023 sótu 4 limir og tosaðu um undirskriftirnar. Tey hava verið einig um, at Sámal Petur í Grund skuldi fara í Kringvarpi og siga ósatt.

Tann 03.04.2023 er Sámal Petur í Grund í Kringvarpinum, her upplýsir hann, at nú høvdu teir eitt stað millum 1000 og 1200 undirskriftir, hetta sjálvt um hann var vælvitandi um, at bert einar 100 til 200 undirskriftir vóru savnaðar.

Tann 25.05.2023 kontakti eg Hjalmar Zakariasen og spyrji um undirskriftirnar. Svarið frá Hjalmar Zakariasen var, tað hevur eingin fundur viðði í lokalfelagnum, og eingin fundur verður aftur fyrr enn eftir Ólavsøku ella í seinasta lagi 15.08.2023.

Tá so einki hoyrdist frá Sámal Petur í Grund, ella frá Hjalmar Zakariasen, kontaktaði eg Jan Joensen um vit skuldu kalla øll lokalfeløgini og Landsnevndina inn til fundar, at fáa status hvat hendi í flokkinum. Hetta bleiv avgjørt, fundurin bleiv hildin 13.09.2023.

Tann 13.09.2023 vóru góðar 400 undirskriftir savnaðar, nú byrjaði eg at missa áliti á tí fólki, sum skuldi standa fyri at móttaka, telja upp, og gera status.

Síðan 13.09.2023 eru nógv tøl slongd út, Hjalmar Zakariasen sigur 688 undirskriftir, Sámal Petur í Grund sigur 863, Hjalmar sigur aftur, nú haldi eg at eg havi fingið 11 afturat, so nú haldi eg vit hava 699.

Tann 01.11.2023 skrivar Hjalmar Zakariasen, nú havi eg latið alt inn sum eg havi, men vænti vit koma at mangla undirskriftir. Hetta førdi so til, at eg misti áliti á teimum, sum stóðu fyri at savna undirskriftirnar frá lokalefløgunum.

At lata Løgmálaráðnum undirskriftir, er sín søk, men hví ikki telja undirskriftirnar, áðrenn tær vóru latnar inn?

Sofus Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo