Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eftir tilmæli frá búskaparfrøðingunum lánti landsstýrið herfyri hálvaaðru milliard at rinda hjálpartiltøk og væntað tap orsakað av koronasjúkuni.

Men Føroyar eins og flestu smærru oyggjasamfeløgini eru sloppnar nógv betur og bíligari enn mett gjøgnum pandemiina, og tí liggur ein milliard av lántøkuni til avlops, nú tað avtornar.

Mong eru tey, ið hava víst á, hvussu órættvíst tað er, og hvussu stórur munur, ið verður gjørdur á borgarum landsins, nú sandoyingar skulu rinda í dýrum dómum, tá tey fara at brúka sandoyartunnilin, meðan norðingar kunnu koyra ókeypis gjøgnum teirra berghol.

Í báðum førum er talan um milliarda íløgur!

Og hóast fólkatalið í Sandoynni er hægri enn í bygdunum Fyri norðan Fjall, so tøvir nýtslugjaldið mettu ferðsluna gjøgnum Sandoyartunnilin niður í uml. 400 akfør, meðan ferðslan Norður um Fjall verður mett til 2000 akfør dagliga!

Avleitt virksemi ella høg nýtslugjøld?
Víðvíkjandi nýtsluni av Skálafjarðartunlinum, hoyra vit dagliga frá virkjum, ið senda teirra lastbilar eftir gomlu farleiðini, tí tunnilsgjøldini eru ov høg.

Vit hoyra, at einans pendlarar, ið búgva uttanfyri Glyvrar brúka nýggju farleiðina, tá tey skulu til Havnar, og at sjálvt Strandferðslan hevur ikki ráð at leggja bussleiðirnar gjøgnum nýggja tunnilin!

Pendlarnar skulu nú lokkast við høgum endurgjaldi og Strandferðslan við eykajáttan, og landskassin skal soleiðis í ólukkumáta rinda fyri at hækka alt ov lágu ferðslutølini!

Her er talan um reint skilaloysi!

Tey, ið skipaðu nýggja tunnilsfelagið og fíggingarháttin har, mugu nú taka sær aðrar lótir fyri, og skilja, at íløgurnar skulu afturrindast eftir øðrum leisti enn honum, ið upprunaliga ætlað!

Tey eiga at brúka avlopsmilliardina av koronalántøkuni til at gjalda út restskuldina til Sandoyartunnilin (landskassin stuðlar longu við 400 mió), og sleppa teimum ið brúka Skálfjarðartunnilin undan hesi skuldarbyrðini.

Tá kann bummgjaldið undir Tangafjørð gerast meira hóskandi, og tá skulu sandoyingar setast javnt við norðingar, tí tað skal verða ókeypis at brúka Sandoyartunnilin.

Tey, ið manna landsins myndugleikar, noyðast skilja, at ovurstóru samferðsluíløgurnar ikki bara skulu gerast til teirra rós, men skulu verða til størst møguliga samfelagsnyttu, og heldur skulu afturrindast við avleiddum virksemi enn høgum nýtslugjøldum!!

Sv. Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo