Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg havi verið ótrúliga heppin við miðlingabarninum. Hann fekk diagnosuna sum heilt lítil og fekk tí neyðugu hjálpina sera skjótt. Tað broytti hansara lív. Hann fekk eitt fantastiskt tilboð í skúlanum, og vit sum foreldur høvdu ikki fyri neyðini at stúra, eins og áðrenn.

Tó veit eg, at soleiðis er støðan ikki hjá øllum. So langt frá. Og tað als ikki nøktandi, tí vit, sum hava børn við serligum tørvi, vita hvussu týdningarmikið tað er, at fáa røttu hjálpina beinavegin. Tað hevur nærum alt at siga.

Í dag er støðan tann, at fleiri av børnunum, sum standa á biðilista hjá landinum, skulu bíða í minsta lagi tvey ár fyri at verða útgreinaði. Tá tey so hava fingið diagnosuna, so koma børnini til eitt øki hjá kommununi, sum verður undir harðari og harðari trýsti. Hetta tí, at neyðugu játtanin yvirhøvur ikki fylgir við!

Kommunan skal vera fyri øll
Vit í Tórshavnar kommunu kunnu hyggja aftur tey seinastu árini og síggja stóra framgongd innan fleiri økir. Vit búgva sum heild í einari góðari kommunu, hóast vit øll kanska ikki verða samd um, hvørji øki skulu raðfestast fram um onnur.

Hjá mær er eingin ivi: Serøkið skal fáa ovastu raðfesting. Eitt øki, ið als ikki hevur fingið lut í framgongdini, eins og onnur øki.

Ein fíggjarætlan fyriliggur fyri komandi ár hjá kommununi, og á henni stendur, at játtanin er júst tann sama sum undanfarin ár. Hetta, hóast vit sum foreldur, stovnar og fakfólk hava gjørt vart hetta.

Eg haldi, at vit skulu hækka játtanina frá 16 milliónum til 30 milliónir krónur, soleiðis at stovnar og fakfólk innan serøki kunnu fáa frið at arbeiða undir munandi betri umstøðum. Og mest av øllum, soleiðis at børn, sum veruliga stríðast, fáa neyðugu tímarnar, ið søkt verður eftir.

Harafturat skulu vit sum kommuna eftirmeta, hvussu vit fáa starvsfólkini innan serøki at støðast. Kommunan átti at veitt eitt serligt ískoyti til tey, sum arbeiða á hesum øki, soleiðis at vit fingu mannað fleiri serstovur á stovnum runt um í kommununi.

Hetta snýr seg ikki um asfalt og betong, men tað allar dýrabarasta av øllum: Børnini. Og tað eiga vit at raðfesta hægst.

Jan Vestergaard
Valevni hjá Fòlkaflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo