Veðrið í morgin verður líkt veðrinum í dag, við norðurætt, kavaælum og hita beint omanfyri frostmarkið.
Týsdagin veksur hann vindin upp í ein strúk, framvegis av norði, tað kavar mest seinnapartin og hitin um frostmarkið ella beint omanfyri.
Mikudagin skrið ímillum landnyrðing og útnyrðing, kavaælingar og tað verður eitt sindur lýggjari, upp í eini 4 stig.
Hósdagin strúkur í vindi ella skrið av høgum útnyrðingi, okkurt kavaæli og sólglottar hómast eisini og hitin um 2 stig.
Fríggjadagin nógvur kavi, strúkur í vindi ella skrið av norði, hitin um 4 stig.
Næsta vikuskifti verður heldur lýggjari, upp í eini 6 stig, skýggjað og okkurt einstakt æli, kanska mest sum regn ella vátaslettingur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo