Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Flestallir føroyingar hava tíverri langt síðani resignerað og nærmast vant seg við, at KVF er eitt illa camouflerað tjøðveldisvarp, men viðhvørt verður kortini ovboðið, sjálvt hjá tjóðveldishyggjarum

Tað eru tí ørgrynni av fólki úr øllum politiskum flokkum, sum á fjesbók hava reagerað hvassliga móti tí absurdu sendingini, har Heðin Mortensen varð beinleiðis "revsaður" og útsettur fyri inkvisitoriska triðja grads avhoyring, tí hann hevði verið býráðslimur í eina hálva øld.

Soleiðis kann man Ikki fara við einum innbodnum jubilerandi gesti, meðan hann heldur sína sera sjáldsomu fest. Man skal ynskja honum tillukku og koncentrera seg um, at tað helst er HEILT unikt í øllum Danmarkar Riki, at nakar hevur verið alment umboð í hálvtrýss ár.

Heðin var bæði bilsin og forfardur um at bliva avhoyrdur sum ein brotsmaður, men svaraði kortini hampuliga aftur, hóast tann óuppdrigna journalisan slett ikki dugdi fólkaskikk.

Hvis tað tronga skógvanummarið hjá hesi ófólkaligu journalisu er tað vanliga i Sortudíki, er tað uppá tíðina, at øll, sum ikki eru limir í Tjóðveldi heilt sleppa undan licensgjaldi.

So primitivt partapolitiskt sjónvarp skal ikki fíggjast við almennum pengum.

Hann var boðin inn á gôlvið til gratulatión, men bleiv viðfarin sum ein skemdargestur.

Øvundsjukan hjá tjóðveldistum móti Heðini skal ikki blandast uppí hansara væl fortjenta hátíðarhald

Hjartaliga tillukku Heðin!

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo