Skiftandi stjórnir, og skiftandi forsætisráðharrar í Danmark, hava sligið tað fast við sjeytummaseymi, at um Føroyar ynskja at blíva loystar úr ríkisfelagsskapinum, so skal tað ikki standa á.
Men teir hava ikki verið neyvir um fyritreytirnar fyri at góðkenna eina slíka avgerð.
Hvønn 14. September savnast fólk úr Tjóðveldi at minnast afturá tað ruðuleikakendu vegleiðandi fólkaatkvøðuna í 1946, og tey halda fast um, at tað var sera órættvíst, at ein lítil meiriluti uppá 166 fólk ikki slapp at loysa okkum úr ríkisfelagsskapinum.
Nýval bleiv sum kunnugt útskrivaÐ, og tá fór maður av húsi, og flokkarnir sum vildu varðveita ríkisfelagsskapin, vunnu ein dyggan sigur.
Javnaðarmaðurin, sum saðlaði um, og atkvøddi fyri loysing, bleiv ikki afturvaldur.
Tað vísir týðiligari enn nakað annað, at meirilutin av føroya fólki ikki var áhugaður í nakrari loysing.
Í dag hvílur tað á herðunum á okkara fólkatingslimun, og donsku stjórnini, at framtíðartryggja alla mannagongdir rundanum samband/loysing, soleiðis at vit ongantíð aftur koma í eina slíka ruðuleikakenda støðu.
Tá ið skiftandi danskar stjórnir ferð eftir ferð siga, at “tit loysa um tit vilja”, so eiga báðir fólkatingslimirnir, saman við Landsstýrinum, at áleggja donsku stjórnini at gera nakrar neyvar mannagongdir fyri hvussu hetta skal gerast. Hvussu hetta skal skiljast.
Fyri at tryggja legitimitetin, fyri at tryggja, at ein kvalifiseraður meiriluti er fyri at loysa, er tað neyðugt við einari neyvari mannagongd, soleiðis at ongin ivi er um, at tað er fólkið í Føroyum sum hevur seinasta orðið, og ikki nakrir tilvildarliga valdir løgtingsmenn.
Ein løgtingsmaður, sum er ímóti tí, er ikki ein sannur demokratur.
Fólkið má ráða. Hvør einasti føroyingur – fyri loysing, sum ímóti loysing – má hvíla í vissuni um, hvussu farast skal fram.
Ein tann besti mátin, haldi eg, er at fáa eina slíka mannagongd felda inn í sjálva grundlógina.
So er ongin ivi um, hvussu farast skal fram.
Bæði tey sum eru fyri, og tey sum eru ímóti, kunnu tá kenna seg trygg við hesa mannagongd.
Vit kunnu t.d. brúka somu mannagongd, sum er galdandi, tá ið Grundlógin verður broytt.
Mannagongdin hevði tá verið tann, at fyrst samtykkir løgtingið, at Føroyar skulu loysast úr ríkisfelagsskapinum. Síðani verður løgtingsval útskrivað. Tað nýggja løgtingið skal so enn einaferð atkvøða um, og staðfesta neyvt tað sama uppskotið um at loysa okkum úr ríkisfelagsskapinum.
Síðani verður avgerðin send út til fólkaatkvøðu, og tá skulu í minstalagi 40% av teimum sum kunnu atkvøða, vera fyri uppskotinum um loysing, fyri at uppskotið skal fáa gildi sum lóg.
Soleiðis høvdu vit tryggja okkum, at legitimiteturin var í lagi, at fólkaviljin til at loysa okkum úr ríkisfelagsskapinum, var ivaleysur.
Tað hevði eisini tryggjað okkum, at tann meiriluti av Føroya fólki, sum ynskir at varðveita ríkisfelagsskapin, kundi kent seg trygg, at ikki onkur hissini løtuósemja ímillum Føroyar og Danmark, kundi sett ríkisfelagsskapin í vanda.
Tí, tað vilja altíð vera nógvar ósemjur í einum dynamiskum felagsskapi sum ríkisfelagsskapinum.
At nakrir løgtingsmenn, sum sláa høvdini saman eina øsingarløtu millum Føroyar og Danmark, kunnu loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum, við einari atkvøðu í meiriluta líkist púra svartasta ongum.
Og ongin hevði fingið meira burturúr einari slíkari skipan enn Tjóðveldi. Tá kundi teir luttikið í øllum vanligum politiskum arbeiði, uttan allatíðina at skula enda á bonkinum eftir loknar samráðingar.
PS: Tað kann t.d. ikki vera rætt, og demokratiskt, at nakrar krimikendar sjónvarpssendingar, har tú bert sá beinini á einum Richardi Mikkelsen spákandi úti í Tinganesi í fleiri mánar, skal avgera, um vit skulu vera í Ríkisfelagsskapi ella um vit skulu loysa. Kanska við einari atkvøðu í meiriluta.
Jákup Fróði Djurhuus
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo