Í morgin verður veðrið bara heilt hampuligt. Gul til stívt andøvsgul ímillum útsynning og landsynning, ælaveður og hitin ímillum 5 og 8 stig.
Týsdagin uppí skrið av útsynningi, ælaveður og hitin um 8 stig allan sólarringin.
Mikudagin strúkur í vindi av vestri, seinni av norði, ælaveður fyrrapartin men seinnapartin sær sólin og hitin ímillum 4 og 7 stig.
Hósdagin verður veðrið gott, lítil vindur sum frálíður av lágætt, turt og at byrja við kalt, niður í 2 stig, men seinnapartin uppí 6 stig.
Fríggjadagin frískar hann vindin uppí skrið av útsynningi og vestri, turt fyri tað mesta og hitin ímillum 5 og 8 stig.
Næsta vikuskiftið verður ættin vestan, strúkur í vindi og skrið, turt leygardagin men ælaveður sunnudagin og hitin 4 til 8 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo