Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Minningarorð um vinmannin Arna Juul Arnskov, 11. august 1921 – 8. Oktober 2018

Týsmorgunin frættust boðini, at vinmaðurin Arne Juul Arnskov var farin handan sýn mánakvøldið 8. oktober, 97 ára gamal og mettur av døgum. Tað vóru ikki meira enn fýra vikur síðani, at tey bæði Sheila fluttu úr heimi teirra í Lauritsargøtu inn á Tjarnargarð at búgva. Hann 97 ára gamal og hon 92 ára gomul, og bæði væl nøgd við at hava fingið hendan møguleika.

Arne og Sheila hava verið kendar býarmyndir í Havn, og flestu munnu kennast við myndina av teimum leiðandi í havnargøtum, sum eitt nýforelskað par, hóast komin væl upp í ellisár. Arne í sínum grøna, síða frakka og bláu alpuhúgvu og Sheila so nett og vøkur við sínum blídliga smíli og mildu eygum. Tú sást tey eisini í býnum einsæris, og tá tú møtti Arna, so var hann sum oftast stunandi á veg okkurt ørindi ella á veg inn á Býarbókasavnið at fáa sína dagligu andligu føði um altjóða viðurskifti úr ávísum uttan úr heimi. Tí hóast áhugin fyri føroyskum samfelagsviðurskiftum var stórur, so var sjónarringurin hjá Arna væl breiðari enn gerandis politiska keglið í Føroyum. Eftir hansara tykki var eisini neyðugt at hava ein altjóða sjónarring at grunda sína dagligu lokalu støðutakan á.

Arne var heimsborgari. Føddur í Hobro í Jútlandi í 1921, vaks upp nøkur ár í New York, har pápi hansara var varakonsul fyri donsku stjórnina, las á ungdómsárum løgfrøði á Universitetinum í Keypmannahavn, arbeiddi síðani í Landbúnaðarmálaráðnum í Keypmannahavn og hevði eitt skifti altjóða starv í París. Skotsku konuna fann hann sær á ferð í Amsterdam í Niðurlondum, og at enda lagaði tað seg soleiðis, at hann gjørdist danskur embætismaður í Havn og húsaeigari í Trøðum á Sandi.

Í 1964 gjørdist Arne skrivstovustjóri á Ríkisumboðnum og flutti sostatt til Føroya saman við konuni Sheilu, ið bar gitna eftirnavnið Macdonald sum føðinavn, og synunum Michael, Carsten og Thorkil.

Í tíðini tá Arnskov var skrivstovustjóri á Ríkisumboðnum, var ferð enn ikki komin á yvirtøkurnar. Tí vóru málsøkini mong, ið tá vórðu umsitin á stovninum. Har vóru umframt familjurættarliga økið, sum varð yvirtikið á Ólavsøku í ár, eisini sosialmál, heilsumál og skúlamál. Mong munnu tey tí vera, ið gjøgnum árini so ella so hava havt samband við henda eyðkenda embætismann, sum saman við skiftandi ríkisumboðsmonnum og skiftandi fulltrúum fyrisat hesum týðandi málsøkjum. Eisini fleiri tíðarskeið sum konstitueraður ríkisumboðsmaður. 

Eyðkenda embætismannin, nevndi eg hann omanfyri. Tað var hann. Arne Juul Arnskov, sum í dagligari talu bara bleiv róptur Arnskov, var embætismaður út í fingraspíssarnar. Hann var jú føddur í 1921 og eftir lokið løgfrøðisprógv var hann vaksin upp í donsku miðfyrisitingini og í altjóða starvi. So hann var embætismaður av tí gamla slagnum. Hetta kom enntá til sjóndar á sjarmerandi hátt, tá tú møtti honum á gøtuni og fall í prát við hann um gerandislig viðurskifi og veður og vind. Líkamikið, hvat samrøðan snúði seg um, so varð samrøðan frá hansara síðu førd á eyðkendum donskum kanncellimáli.

Arnskov var ikki einans kendur frá Ríkisumboðnum. Hann gjørdist eisini partur av føroysku fyrisitingini. Eitt tíðarskeið var hann læntur út til nýstovnaðu Landsskúlafyrisitingina í sambandi við, at skúlaverkið var yvirtikið. Hann skuldi vera við til at byggja upp nýggju føroysku fyrisitingina av skúlamálum. Og tá Arnskov fór frá fyri aldur sum skrivstovustjóri á Ríkisumboðnum, fann hann sær nýggjar avbjóðingar í føroysku miðfyrisitingini. Hann fór í Tinganes at taka sær av at samskipa føroyska lógasavnið, sum er grundarlagið undir tí, sum vit í dag kenna sum logir.fo, har allar føroyskar rættarreglur eru at finna. Hesum arbeiddi hann við til hann var um tey áttati, helst tí, at hetta var eitt øki, ið Arnskov hevði hollan kunnleika til. Í hansara tíð á Ríkisumboðnum hevði hann havt ábyrgdina av donsku útgávuni av føroyska lógasavninum, nevniliga Lovregister for Færøerne.

Eg byrjaði við at siga, at týsmorgunin frættist, at vinmaðurin Arne Juul Arnskov var farin 97 ára gamal. Tað kann tykjast eitt sindur løgið at umrøða hann sum vinmann, tá hugsað verður um, at aldursmunurin okkara millum var heili 56 ár. Men vinmenn, tað vóru vit. Í mínari tíð í Sjónvarpi Føroya var eg komin at arbeiða tætt saman við soninum, Carsten Macdonald Arnskov, og vit báðir gjørdust vinmenn. Í tí sambandi kom eg fleiri ferðir at hitta Arna og Sheilu privat. Men vinalagið við Arna og Sheilu, tað byrjaði veruliga, tá eg við ársenda 2003 gjørdi av at stilla upp til løgtingsvalið, sum skuldi vera í januar 2004.

Arne gjørdist nevniliga politiskt aktivur saman við konu síni, eftir at hann fór frá sum embætismaður. Fyrst í Verkamannafylkingini og síðani í Javnaðarflokkinum. Tað var gjøgnum tíðina í Javnaðarflokkinum, at eg veruliga kom at kenna Arna Juul Arnskov, og at vit báðir gjørdust vinir. Hann var frá fyrsta degi ein hollur stuðul bæði við góðum politiskum ráðum og við menniskjaligum stuðuli, tá tað rak ímóti. Hann luttók altíð á limafundum, og tá fundurin hevði hug at vera kritiskur ímóti mær, so kundi eg vera vísur í at rokna við stuðuli frá Arnskov. Eg gjørdist ikki sørt imponeraður av samfelagsliga og politiska eldhuganum hjá hesum manni, sum tá var farin væl um tey áttati. Enntá, tá Arne væl og virðiliga nærkaðist teimum níti árunum, sat hann í politiskum arbeiðsbólkum, sum skuldu orða framskygdar politiskar ætlanir á millum annað tí sosiala økinum, ið hann hevði ein so stóran og brennandi áhuga fyri.

Arne ringdi, hann kom á gátt, var góður í ráðum, og tá eg gjørdist landsstýrismaður, møtti Arnskov sum ein av fyrstu gestunum, errin og glaður at vísa sín stuðul. Eisini var hann klárur við troystandi orðum, tá politiska søgan endaði fyri mítt viðkomandi. Arne var jú, sum áður nevnt, 56 ár eldri enn eg, og tí var eg ikki sørt errin ella rørdur av hansara treytaleysa stuðuli. Hetta prátaðu vit onkuntíð um, og tá skemtaði hann og tók til, at vit skuldu bara gera eina avtalu um, at tá hann fylti 100, so skuldi eg møta upp sum løgmaður og handa honum blómutyssi. Hesa avtalu hava vit nú báðir brotið, tó at hann var so nógvar ferðir nærri við at megna at halda hana, enn eg nakrantíð kom.

Seinnu árini hava Arne og eg tíverri ikki hitst so ofta. Tó hava vit onkuntíð kunna flent at og undrast um, at tilvildin førdi til, at eg kom í starv á hansara gamla arbeiðsplássi og enntá í einum starvi, sum er avleggari av hansara lívsstarvi og við næstan sama heiti.

Seinastu ferð, ið eg hitti Arna, var fyri tveimum árum síðani, tann 30. august 2016. Táverandi ríkisumboðsmaðurin, Dan M. Knudsen, hevði gjørt av, at vit skuldu royna at seta okkum eitt sindur betri inn í, hvussu tað hevði verið at starvast á Ríkisumboðnum í gomlum døgum. Tí høvdu vit bjóðað Arna til miðmála, har hann kundi greiða okkum frá sínari starvstíð á stovninum. Arne tók fegin av, og hann greiddi okkum lívliga og errin frá sínari tíð á Ríkisumboðnum afturvið einum betri bita. Tað kendist, at ellin var farin at merkjast, men tó ikki, sum hjá einum 95 ára gomlum. Minnist við einum smíli, hvussu lætt og ómakaleyst Arne syftið høgra bein upp á vinstra knæ, fyri at binda lissurnar, tá eg heintaði hann heima í Lauritsargøtu. Tað er í veruleikanum eitt vakurt minni at hava um ein mann, ið júst er farin handan sýn mettur av døgum næstan 100 ára gamal.

Friður verið við minninum um Arna Juul Arnskov. Harrin troysti og styrki tykkum, ið eftir sita.

John Johannessen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo