Frá fyrsta bríksli hava tit avrikað eitt framúr EM-endaspæl fyri Føroyar.
Við tykkara treysti og dirvi hava tit gjørt púra greitt, at Føroyar hoyra heima millum bestu hondbóltstjóðir í Evropa.
Við tykkara flotta avriki hava tit eisini skrivað ítróttarsøgu við fyrsta stiginum í einum EM-endaspæli.
Søguliga javnleikin á Kroatia fara vit helst øll at minnast, og eg ivist ikki í, at vit fara at síggja meira til tykkum.
Tí fegnast vit í Tórshavnar kommunu eisini um, at fáa nýggjar og betri karmar fyri altjóða hondbólt í Føroyum, tá stórhøllin við Tjarnir letur upp í næstum.
Tit eru fyrimyndir fyri okkara børn og ung – ja okkum øll.
Vit eru sera errin av tykkum.
Takk og koyrið á!
Heðin Mortensen,
borgarstjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo