Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

 " - Tað ófødda barnið í móðurlívi er veikasta menniskjaliga vera, sum yvirhøvur er til – og hava vit fyrst gjørt okkum til harrar yvir lívinum, hvar enda vit so?

- Góði landsstýrismaður og høga ting. Eg vóni, at tit eru samd við meg um, at tað er einki argument eftir fyri fríari fosturtøku uttan tað, sum møguliga liggur í einari heidnari menniskjafatan, at menniskjað er eitt dýr júst sum onnur dýr, og at lóggávuvaldið tí kann gera seg til harra yvir lívinum, so vit kunnu avgera, hvør skal sleppa at liva, og hvør skal doyggja.

- Tað eru ikki nógv ár, síðan vit upplivdu nakað líknandi í einum grannalandi (Nazi-týsklandi), og tey sporini ræða meg ómetaligt.

- Og tí sigi eg: Latið okkum lýða Gud meira enn menniskju.

- Steðgið hesum uppskotinum!"

Hesi orðini omanfyri bar Johan Nielsen, prestur og fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, fram á Fólkatingi í 1973, tá ið frí fosturtøka var til viðgerðar og samtykt har!

Havi loyvt mær leysliga at umseta hetta brotið til føroyskt, og eg vil fegin gera orð hansara til míni, nú henda vanlukku samgonga við Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkinum, flokki Johan Nielsens á odda, hevur lagt uppskot um fría fosturtøku fyri tingið.

Johan Nielsen var ógvuliga greiður í síni mótstøðu ímóti uppskotinum, og eg má siga, at tað er óhugnaligt at hugsa um, at út ímóti einari millión fostur eru tikin í Danmark hesi árini síðani tá.

Hugsið tykkum, at hesi høvdu sloppið at livað lívið her á fold, sjálv fingið eftirkomarar og verið virkin í samfelagnum. Hvønn týdning kundu tey ikki havt, og hvørja signing kundu tey ikki verið til fyri sítt land og kanska allan heimin.

Ein heiðin menniskjafatan, segði Johan Nielsen. Hann kendi Guds orð, sum sigur: "Sum fostur sóu eygu tíni meg" og eisini: "Áðrenn eg myndaði teg í móðurlívið, kendi eg teg".

Gerið hetta ikki!

Hermið ikki altíð eftir danskarum!

Finnið í staðin aðrar virðiligar, menniskjaligar og siðmentar útvegir fyri tær kvinnur, sum hava tørv á hjálp!

Jógvan á Lakjuni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo