Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Undir viðgerðini av fíggjarløgtingslógini, og í fjølmiðlaumrøðuni í sambandi við hesa, varð aftur og aftur tosað um týdningin av breiðum semjum millum helst allar flokkar.

Tóat eg, eisini út frá persónligum politiskum royndum í nærum tríati ár, ikki síggi breiðar semjur sum altavgerandi fyri at kunna halda eina stabila og varandi politiska kós, so fari eg at heita á samgonguna um at gera orð til veruleika og kalla allar flokkar inn í eini roynd at finna semju um nýggja ferðaseðlapríspolitikkin hjá Strandferðsluni.
 
Í Kringvarpstíðindunum í dag boðaði Løgmaður frá, at eftir at formenninir í samgonguflokkunum høvdu viðgjørt málið, skuldu meirilutaumboðini í vinnunevndini viðgera tað, áðrenn endalig støða varð tikin. Tvs, at her verður enn einaferð, beint móti kjaksemjuni farnu vikurnar, lagt upp til eina meirilutaavgerð, heldur enn eina breiða semju.
 
Kanska onkur heldur, at her er talan um smámál, men eg haldi ikki! Her er tvørturímóti talan um eitt mál, sum grundleggjandi rakar allar føroyingar, og sum eisini rakar eitt økið, ferðavinnuøkið, sum øll eru samd um, at loysn má finnast á.  Men um so er, at málið verður mett relativt lítið av summum, so er onki skeivt í at byrja aftur í tí smáa.
 
So áheitan mín á Løgmann, Miðfloksins vegna, er at kalla saman umboð úr øllum flokkum fyri at finna eina breiða, og hvør veit, kanska eisini varandi semju á príspolitiska øki Strandferðslunnar.
 
Vegna Miðflokkin
Jenis av Rana, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo