Eftir stutta sjúkralegu, andaðist Hanna Olsen, 29. august 2020, 79 ára gomul.
Hanna var fødd í Havn 13. des. 1940. Foreldrini vóru Johanna Malena og Hans Sundstein, sjómansskúlalærari.
Hanna og maðurin Olaf, vóru trúgvir vinir Ísraels. Tey møttu væl upp til fundir og annað virksemi í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael. Á aðalfundunum hevur Olaf mangan verið skrivari.
Hanna og Olaf vóru fleiri ferðir í Ísrael, har tey eisini kendu fólk. Myndin er tikin í november 2016 í Ísrael, tá ið nøkur vinfólk úr Føroyum vóru boðin í hugnaligan 90-ára føðingardag hjá føroyavininum Menakhem Ben-Yami, sum er fiskifrøðingur og hevur verið nakrar ferðir í Føroyum.
Takk, Olaf og Hanna fyri tykkara stuðul og trúfesti.
Vit biðja Gud Ísraels og okkara troysta Olaf í sorgini og stóra tómrúminum eftir konu sína.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnið um ísraelsvinin Honnu Olsen.
Vinafelagið Føroyar-Ísrael
Dánjal Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo