Eftir ein heldur keðiligan dag í gjár, tá Føroyar taptu ímóti Luksemborg, liðnum, sum øll hildu vit fóru at vinna, so vunnu vit í dag ímóti Italia, liðnum, sum øll hildu vit fóru at tapa ímóti.
Eftir ein javnan dyst í fyrra hálvleiki, vóru vit í løtum í seinna hálvleiki á odda við trimum málum. Móti endanum minkaði munurin, men til seinast drógu Føroyar longra stráðið, ikki minst takkað verið Paula Jacobsen í málinum.
Føroyska landsliðið skal møta Letlandi í morgin.
Í dag var eisini dagurin, har H71 kvinnurnar skrivaðu føroyska hondbóltssøgu við at tryggja sær víðari luttøku í EHF kappingini, eftir at tær eisini vunnu seinna dystin ímóti serbiska liðnum ZRK Naisa Nis. Dystin vunnu tær 30-26.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo