Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Ovara myndin var tikin fyri nøkrum árum síðani í Manila. Niðara myndin er av Judy og Óla saman við Liz og Ragnar og Cathy og mær. Hon er tikin inni hjá Judy og Óla í 1986. Sum tað sæst á myndini, so fara tropurnar illa við myndum. Stuttligt tó at kunna hyggja aftur á. Vit hava havt nógvar góðar løtur saman.

Ovara myndin var tikin fyri nøkrum árum síðani í Manila. Niðara myndin er av Judy og Óla saman við Liz og Ragnar og Cathy og mær. Hon er tikin inni hjá Judy og Óla í 1986. Sum tað sæst á myndini, so fara tropurnar illa við myndum. Stuttligt tó at kunna hyggja aftur á. Vit hava havt nógvar góðar løtur saman.

Ovara myndin var tikin fyri nøkrum árum síðani í Manila. Niðara myndin er av Judy og Óla saman við Liz og Ragnar og Cathy og mær. Hon er tikin inni hjá Judy og Óla í 1986. Sum tað sæst á myndini, so fara tropurnar illa við myndum. Stuttligt tó at kunna hyggja aftur á. Vit hava havt nógvar góðar løtur saman.

Sætta mars fyllir Óli Jacobsen, ella Óli á Grømma, sum hann er betur kendur í Føroyum, 75 ár.

Tað fyrsta, eg minnist um Óla, var, at eg sum lítil smádrongur hoyrdi, at beiggi Magna – drongurin hjá Karin, systir míni – búði í Amerika. Hann var í onkrum kristiligum arbeiði, søgdu tey. Hetta ljóðaði alt so fremmant.

Nakað seinni kom Óli heim at vitja, og eg minnist, at hann var úti hjá okkum og vísti ljósmyndir frá arbeiðinum millum ættarbólkar. Eg helt, at alt sá sera spennandi út.

Á heysti í 1976 fór eg allan vegin til Amerika á bíbliuskúla. Bíbliuskúlin, eg skuldi ganga á, var í býnum Jackson í statinum Michigan, einar tveir tímar vestan fyri Detroit. Skúlin hoyrdi til sama felagsskap, sum Óli arbeiddi hjá, New Tribes Mission ella  NTM, sum hann eisini verður kallaður. Judy og Óli vóru júst flutt til Jackson, tá ið eg byrjaði á bíbliuskúlanum. Tey vóru flutt hagar, tí NTM hevði júst byrjað ein málskúla har í býnum. Hetta var ein málskúli fyri fólk, sum skuldu fara út sum trúboðarar við NTM. Síðstu árini hevði Óli undirvíst á einum øðrum slíkum skúla, sum NTM hevði í statinum Missouri, og nú var hann biðin um at koma til Jackson at vera leiðari á nýggja málskúlanum.

Eg minnist, at Judy og Óli vóru ímóti mær á flogvøllinum í Detroit. Alt var øðrvísi. Her var nógv heitari enn í Føroyum, og bilurin hjá Óla var nógv størri enn teir, eg var vanur við. Hetta var jú áðrenn amerikanarar fóru at koyra í smærri bilum. Tað kendist gott at hava Judy og Óla so nær, meðan eg royndi at venja meg við alt tað nýggja rundan um meg. Ragnar Niclasen hevur eisini sagt mær, at tað mangan kom væl við at kunna ringja til Óla, tá ið hann gekk í skúla í Wisconsin. Tað var so vælsignað at hoyra eina føroyska rødd í hinum endanum, eina rødd, sum skilti, hvussu tað var at vera føroyingur einsamallur í Amerika.

Tíggju ár seinni, í januar 1986, fluttu Cathy og eg saman við børnum okkara til Filipsoyggjarnar. Aftur hesa ferð vóru tað Judy og Óli, sum tóku ímóti okkum á flogvøllinum, hesa ferð í Manila. Tað var ikki minni øðrvísi, enn tá ið eg á sinni lendi í Detroit. Nú var tað ikki bara hitin, ið fekk meg at øtast, men eisini áleypandi fólkahópurin og gangurin allastaðni. Tá var gott at møta kendum fólki. Judy og Óli vóru flutt til Manila á sumri í 1983. Óli var biðin um at koma til Filipsoyggjarnar at samskipa ella leiða arbeiðið, ið NTM trúboðarar gjørdu kring landið. Har vóru væl yvir 100 trúboðarar, kvinnur og menn, so hetta var krevjandi arbeiði.

Í 1993 vóru Judy og Óli aftur biðin at flyta, hesa ferð til Florida, har Óli skuldi hjálpa til á høvuðsleiðsluni hjá NTM. Felagsskapurin hevði tá okkurt um 3000 trúboðarar kring klótuna. Nøkur ár seinni gjørdist hann leiðari í felagsskapinum og røkti hesa uppgávu í mong ár.

Og nú fyllir hann 75. Aldurin tykist hvørki at steðga honum ella Judy. Sjálvt um sjúka hevur gjørt seg inn á tey fleiri ferðir, koyra tey framvegis á við fullari ferð. Tey ferðast dúgliga og hava enn ein týðandi leiklut í arbeiðinum á Filipsoyggjunum. Tey hava altíð havt eina sjáldsama góða fólkaskepnu. Tey eru góð við fólk, og fólk eru góð við tey. Og stuttligt er at vera saman við teimum.

Heima í Føroyum er Óli serliga kendur sum talari. Vit eru mong, sum gjøgnum árini hava notið nógv gott av ríkidøminum úr Orðinum, hann hevur lutað við okkum. Vit vita, at hetta er ein maður, sum nýtir nógva tíð í Orðinum og livir tað, hann prædikar. Og tað er ikki bara í Føroyum, at hann er kendur sum góður talari. Eg haldi ikki, at nakar annar føroyingur hevur havt høvi at tala Orð Guds so nógvastaðni og undir so nógvum fremmandum umstøðum sum Óli.

Tað er ikki bara innan leiðslu og at tala, at Harrin hevur nýtt Óla á ein serligan hátt. Bæði hann og Judy hava, sum eg longu havi nevnt, eitt sjáldsamt hegni at arbeiða við fólki. Eg haldi, at hendan søgan lýsir hetta so væl:

Einaferð búði ein ung kvinna hjá teimum í okkurt um eitt hálvt ár. Hon var hjá teimum, tí hon stríddist við anorexia og var so illa fyri, at tað bar henni ikki til longur at búgva einsamøll. Seinni fortaldi henda kvinnan Cathy: „Eg var ræðuliga ljót móti Judy og Óla, tá ið eg búði hjá teimum. Eg brúkti ljótan munn móti teimum, leyg fyri teimum og var ómetaliga strævin. Men tað skal eg siga tær,“ segði hon, „tey eru ektað og sonn. Hvussu keðilig og strævin, eg var, so vóru tey tey somu.“  Hatta er at vera góður við fólk.

Tillukku við degnum og Harrans ríku signing framyvir frá Cathy og mær.

Vinur tín
Jógvan Júst

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo