Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Góða Karin,

Ein lítil heilsan frá okkum, nú tú rundar tey sjeyti. Keðiligt, vit ongantíð eru heima, tá ið tit hava føðingardag. 

Hugsaði at skriva tær nakrar reglur. Sum eg setti meg at skriva, fór eg at hugsa um, hvussu tryggjandi tað er at hava fólk í lívinum, sum altíð hava verið har. Fólk, sum gjøgnum lívið hava útstrálað sterkt støðufesti.

Tú hevur altíð verið har og altíð verið hin sama. Til dømis, lærutíðina hjá tær undantikna, hevur tú altíð búð úti í Grótinum. Og arbeiðsplássið hjá tær hevur verið sjúkrahúsið úti við hálva øld. Hatta er tað, man á enskum kallar consistency. Gott og tryggjandi at hava havt slík fólk í lívinum.

Eg nevndi tá ið tú lærdi. Mannagongdin, tá ið tú fórt at læra til laborant, var, at man byrjaði í Havn og so forsetti niðri. Tú fórt til Havnar í 66 og so niður í august í 1967, men bara ein mánaða seinni vart tú heima aftur. Fyri at skilja bakgrundina loyvi eg mær at luta brot úr brævi, tú skrivaði til beiggja, dagfest 20/9-67.

Tú hevur verið átjan ára gomul: 

Góði boyggi!

Ja, nú eri eg aftur í Føroyum, eg kom heim 1. septembur, eg kundi ikki halda út at vera niðri, tá ið eg visti, at mamma lá so sjúk heima, og helt, at eg kanska kundi vera til eitt  sindur av hjálp, Magdalena gongur í skúla um kvøldarnar, og pápi rør út við Georg við hvørt, so Ásla og Jógvan Júst, helt eg, fóru at føla seg so einsamøll.

Og onkur skal jú vera at lesa við teimum, eg fór heim uppá at kunna koma aftur at arbeiða har, sum eg nú arbeiddi tann eina mánaðin, eg var niðri, men um eg bleiv ov leingi heima, kundi eg rokna við at missa eitt sindur av lærutíðini, ið eg havi fingið, men eg hugsi ikki so nógv um tað nú, men prøvi at vera tað fyri Áslu og Jógvan Júst, sum mamma hevur verið fyri okkum.

Tú dugir kanska at fyristilla tær, um tú var á teirra aldri og átti eina so sjúka mammu sum tey. Jógvan Júst helt við meg ein dagin, at tað var gott, at hann ikki var elst, tí so mátti hann farið út til onnur fólk at búð, tí hann hevði ikki dugað at passa yngri systkin.

Mamma doyði ein mánaða seinni, síðst í oktober, og nakrar mánaðir seinni fórt tú niður aftur at forseta við útbúgvingini.

Tað var ræðuliga hart hjá tær at fara avstað aftur soleiðis, og pápi nevndi ofta, hvussu gjarna tú ynskti bara at verða verandi heima, men pápi, sum tann vísi maðurin hann var, segði, at tað var tað rætta at gera. Og tað var tað.

Tað var eingin løtt útbúgving, tú vart farin undir. Allir hinir næmingarnir uttan tú vóru studentar. Men tú kláraði tað fínt, og Klaksvíkar Sjúkrahús kom at njóta ágóðan av tí í útvið 50 ár.

Tú og Magni giftust beint eftir, at tú vart liðug at læra, og komu so heimaftur, búsettust í Grótinum, og tú byrjaði títt lívsstarv á sjúkrahúsinum.

Og nú næstan 50 ár seinni ert tú enn úti í Grótinum. Og sjálvt um tú ert farin frá á sjúkrahúsinum, so kemur tað meira enn so fyri, at tey ringja til tín og biðja teg koma heim at hjálpa.

Jú, tú hevur verið sterk og støðuføst. Og vit onnur hava kent tað tryggjandi. 

Størsti tryggleikin, tú hevur útstrálað, er tryggleikin, tú hevur funnið í Harranum.

Ígjøgnum hann hevur tú víst okkum, hvussu týdningarmikið tað er at halda seg nær til Harran og at vera góð við samkomuna. Hatta eru virðir, sum hava hjálpt.

Takk fyri hvør tú ert, og Harrans ríku signing framyvir.

Cathy og Jógvan Júst

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo