Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú bleiv samferðslupakkin borðin niðan í tingið, og summi eru helst fegin at hoyra, at ætlanin er at tunnilsgjaldið her vesturi og í Norðoyðatunlinum verða avtikin.

Rætt skal vera rætt, fyri 20 árum síðan lovaðu "tey" okkum, at tunnilsgjaldið skuldi avtakast, tá tunnilin var útgoldin. Men er tað nú so óluksáliga gott at sleppa undan at gjalda?

Eina skít 20-krónu fyri hvønn túr aftur og fram, og har fáa vit 16,90 krónur aftur í koyripengum? Eg arbeiði í Havn, og við hesum kostar mín arbeiðskoyring mær góðar 3 krónur umframt brennievni. Tað man vera fáar staðir í heiminum, at nakar kann ferðast um firðir og sund fyri tann prísin.

Eg gjaldi í hvussu er FEGIN handa prísin fyri allarbestu íløgu í Føroya søgu. Um hasin jólapakkin hjá Jørgin verður samtyktur, fara vit at skula gjalda mangt slíkt í avgjøldum - segði nakar avgjaldsøði?

Vit skuldu havt eina fólkaatkvøðu í Vágum og Norðoyggjum, sum vísti, hvat meirilutin heldur um verandi nettogjøld.

Jólamaðurin í fíggjarmálum veit helst, at val man fara at verða heilt skjótt og hálar tí ein pakka úr sekkinum - men í pakkanum er altso ein fúl eykarokning, bara so tit vita tað.

Elsa M Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo