Vinafelagið Føroyar-Ísrael: Vinafelagið Føroyar-Ísrael fer saman við Jákupi S. Joensen, formaður, nøkur kvøld í vetur at hava "Ísraelskvøld" í felagshølinum úti á Fløtum í Tórshavn.
Jákup leggur fyri við framløgu. Eisini verður filmur og annað, sum lýsir Ísrael, Jødiska fólkið og tað “kall”, sum enn er á hetta fólk, nú tjóðin er vorðin livandi aftur.
Roynt verður at lýsa fólkið og landið úr bíbilskum og fornfrøðiligum sjónarhornum.
Fyrsta ísraelskvøldið verður týskvøldið 1. oktober 2019 kl. 19.30 úti á Fløtum, Landavegur 96, Tórshavn.
Øll eru vælkomin.
Av tí at bygt verður í grannalgnum, ber til at parkera hjá SEV.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo