Ein lítil andaktsbók er útkomin hesar dagarnar, kallað "Ein dag í senn". Hon hevur undirheitið "31 dagar við orði og sangi".
Bókin hevur eitt orð til hvønn dag í ein mánað, men harumframt er eisini ein sangur umtalaður, ið verður knýttur til dagsins orð.
Høvundur er Øssur Berghamar, sum í mong ár hevur verið fyristøðumaður í Kristnastovu í Keypmannahavn og framvegis vitjar føroyingar á Ríkissjúkrahúsinum og aðrastaðni í Keypmannahavn.
Bókin er framleidd á Eiði. Robert Gutke hevur uppsett og sniðgivið, og Tonito hevur prentað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo