Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Tá vit sótu í samgongu í TK frá 17 til 21 arbeiddu vit – Tjóðveldi og Fólkaflokkurin - av øllum alvi fyri at IRF og KOB í felag fóru undir at byggja EINA nýggja brennistøð. Tíverri vóru Framsókn og Javnaðarflokkurin harðliga ímóti, men guds børn batna, og tað er gleðiligt, at Javnaðarflokkurin, nú tey sita í meiriluta, tykist hava broytt meining og nú vil virka fyri einari felags loysn.

Tað hevur verið átrokandi leingi at taka støðu til nýggja brennistøð í TK, tí verandi koyrir á pumpunum. Tað er ikki minni átrokandi nú, tí tað tekur minst fimm ár at projektera og byggja nýggja brennistøð. Í Tórshavnar kommunu kunnu vit ikki bíða nógv longur at taka støðu – annaðhvørt fara vit sjálv undir at útvega nýggja brennistøð – ella gera vit tað saman við IRF.

Vit vóna so inniliga at skilvísið vinnur og allar kommunur standa saman um at byggja eina felags brennistøð. At hoyra formannin í Kommunufelagnum í ÚF á døgurða gav vón um at viljin er til staðar at finna loysnir, ið øll kunnu liva við.

Latið okkum nú gera tað rætta fyri okkara eftirkomarar, fyri umhvørvi og fyri fíggjarliga skynsemið. Vit ynskja øll einar reinar og grønar Føroyar, lat ikki hetta tjak enda í smáligum bygd-móti-bý-kjaki.

Tað er ikki politikkur í burturkasti, endurnýtslu og ruskinnsavning. Tað skal bara virka. Og tað fer at virka nógv betri við einari felags skipan fyri alt landið. Tað síggja vit við felags tyrvingarstøðini í Kvívík, sum er eitt dømi um eitt frálíkt samstarv millum IRF og KOB.

Tað eru eyðsýndir RAKSTRARFYRIMUNIR av at leggja saman, og vit kunnu bjóða borgarum betri møguleikar fyri at skilja og endurnýta og minka um burturkastið. Fólk ynskja at liva meir burðardygt, at skilja og endurnýta meira. Sum kommunur við ábyrgd av ruskinnsavning hava vit skyldu at møta hesum ynski.

Tað eru eyðsýndir BÚSKAPARLIGIR fyrimunir av at byggja eina, heldur enn tvær brennistøðir í hesum landi við bert 55.000 íbúgvum. Okkurt um 500mió at spara í íløgum og ikki minst í rakstrarkostnaði. Kommunurnar hava skyldu at fara væl við skattaborgarans pengum.

Og tað eru eyðsýndir UMHVØRVISLIGIR fyrimunir av at hava eina brennistøð fyri alt landið. Øll vilja vit verða grøn heldur í dag enn í morgin.

Við vón um at kommurnar gera tað rætta og finna semju í hesum týdningarmikla máli.

Við umhvørviskvøðu
Tjóðveldi í Tórshavnar býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo