At vera innanfyri sæddur og virdur. At vera góðtikin uttan treytir. At fáa náðir at vera uttan at skula tillagast og hampast eftir lendi og umstøðum. At vera javnbjóðis, – ikki fremri ella dragnaður afturúr.
Javnbjóðis rættindi og sømdir við somu krøvum til felags ábyrgd. Einstaklingurin í fjøldini, og fjøldin saman við hinum einstaka. Hin kristna sannføringin í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara er tann hugsjón og tann pallur, ið ber alt og øll.
Frelsarin Jesus er djúpur og rúmar meira enn mín egna trúgv. At vaksa trúarinnar vøkstur í Jesusi minnir um Jóhannes doyparan, ið lýsti lutfallið millum frelsaran og seg sjálvan í hesum orðunum: Hann eigur at vaksa og eg at minka.
Evnini og viljin at minka, so onnur koma til heiðurs og vaksa, er ein kristin dygd. Kynstrið er valla lætt, tí eyðmjúkleikin, ið frásigur sær plássið í sólini, er høgur prísur at gjalda.
Áminningin um hesa leksiu møtti mær í fakligum umhvørvi, tá ið vit í fávitsku orðaðu okkum misvísandi og skeivt: Hann / hon er ikki ein av okkum. Tað er ein ræðandi og fáfongdur setningur. Fatanin av veruleikanum er smøl, og metingin av sær sjálvum ríkiliga høg.
Tað eru mong menniskju, ið við stórum máli av kærleika og umsorgan hava gjørt okkum til ein part av teimum. Rúmlig og fevnandi menniskju eru eitt vælsignilsi at eiga á lívsleiðini. Tað er ein dygd at hava pláss fyri einum afturat.
Tey gera dagin og løturnar ríkar. Tey bera byrðar saman við okkum. Tað er ein heimur av muni ímillum at lata dyr upp og lata dyr aftur. At vísa á møguleikar heldur at at køva vónina. Tann sami munurin hoyrist í orðunum kom higar ella fær frá mær.
Tað var ein serstøk vitjan, ið jørðin fekk við Jesu føðing. Guð sendir hinum einstaka og alari mannaættini eina persónliga innbjóðing: Vit ynskja, at tú ert og verður ein av okkum. Ikki sum ein av okkum, – men ein av okkum uttan treytir og upptøkuroynd.
Guð kemur til okkum í Jesusi og gevur okkum ta viðurkenning, at vit eru virðismett og verdig til ein ævigan bústað í Himmiríkisins ríki. Guðs viðurkenning verður givin okkum, uttan at vit fyrst spurdu eftir henni ella leitaðu eftir møguleikanum.
Avgerðin er Guðs og kemur uttanífrá. Soleiðis byrjar øll rúmlig hugsan. Onnur menniskju eru viðurkennandi og rúma okkum, bjóða okkum inn í teirra liv og teirra felagsskap.
Á sama hátt kunnu vit skapa øðrum menniskjum eina jaliga tilveru í umhvørvinum ella kirkjuni. Tey kunnu ikki bróta inn í okkara innara menniskja og seta krøv um virðing. At seta andalig krøv er tekin um ómegd og skerda andaliga hugsan.
Í einum rúmligum samfelag og eini í Jesu navni fevnandi kirkju eru tað nøkur umráði, ið hava tað torført og falla uttanfyri. Sjálvgóðska og tað at hava nóg mikið við seg og sítt sampakka illa við Guðs fyrigevandi sinnalag og hansara fevnandi lyndi.
Vit, ið eiga trúnna í Jesusi Kristi og av Guðs náði eru leidd inn á vegin til himmalin, tora vit at vera fevnandi? Skammast vit við onnur menniskju, okkara egnu familju ella bygdarlag?
Onkuntíð hava vit lyndi til at skammast við okkara kæru og goyma tey burtur, tí tey falla uttanfyri tað, ið mett verður normalt.
Vit vita nøkulunda, hvat vit leggja í orðið normalur. Mær tykir, at orðið boðar frá, at vit sjálv eru ónormal við atliti at greiningini av lívsins skiftandi lyndi og forløgum. Orðið normalur rúmar ikki tilveruna, ið tykist duld og fremmand. Orðið boðar frá trongskygni.
Í staðin kunnu vit kveikt av Guðs egna kærleika í Jesusi vera nakað fyri tey, ið koma á lívsleið okkara. Kærleikin stendur altíð øksl við øksl við tey, ið hava avbjóðingar ella eru sett uttanfyri.
Kærleikin setir ikki menniskju út í kuldan. Foreldur, børn og barnabørn eru okkara ríkidømi, hóast lív teirra ikki fylgir okkara uppskrift uppá eitt rætt og rímiligt lív. Kærleikin spyr ikki og krevur ikki. Kærleikin er, hóast alt!
Onkuntíð vitjar spurningurin: Hvønn skulu vit umgangast ella stýra uttanum í tí gerandisliga og í tí kirkjuliga? Vit hava lyndi at velja fólk inn í hitan og lata onnur standa nakað uttanfyri.
Samanumtikið er alt Guðs náði. Vit, ið prædika, eru ikki stórvegis í okkum sjálvum.
Inn í himmalin koma vit einans av Guðs náði í trúgv á Jesu sáttargerð vára vegna.
Eg biði ta bøn, at tað eydnast mær at koma innum himinsins dyr. Ynski so inniliga, at eg kann vísa øðrum á møguleikan. Skal tað eydnast mær, mega tey kenna, at tey eru ein av okkum, og at eg tími tey. Amen.
Orðið: “... eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, fólk títt.” (Lukas 2,32).
Jógvan Fríðriksson
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo