Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sunda kommuna: - Í heystferiuni lata vit dyrnar upp í okkara nýggja, stásiliga skúla og ítróttahøll. Vit vóna, at ung sum eldri koma ein túr at hyggja eftir skúlanum og fáa sær ein betri bita, sigur ein fegin Heðin Zachariasen, borgarstjóri.

Stásligur skúli og ítróttahøll
Sunnudagin, 18. oktober frá kl. 14.00, verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at síggja Skúlan og Ítróttahøllina við Streymin. Tey, ið hava áhuga, kunnu melda seg til eina rundvísing á skúlanum.

Verkætlanin, sum byrjaði 1. desember 2016, er størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð. Nýggi skúlin, ið nú rúmar øllum næmingum frá 1.-10 flokk er bygdur saman við verandi skúla og má sigast at skúladepilin nú er vorðin ein sonn arkitektonisk perla í Sundalagnum.

Í skúladeplinum eru nútímans skúlastovur, serstovur, ítróttahøll, svimjihylur, fimleikahøll, musikskúli, bókasavn og stórt miðøki til felagstiltøk.

Tilmelding til rundvísing
Rundvísingin í nýggja skúlaum verður skipað soleiðis, at øll, sum hava áhugað, kunnu fara á heimasíðuna www.sunda.fo og melda seg til. Rundvísingin er sjálvsagt ókeypis, men má skipast við eini tilmeldingarskipan, soleiðis at ov nógv fólk ikki verða savnað samstundis.

– Skráseting til rundvísing í nýggja skúlabygninginum

100 fólk kunnu luttaka til hvørja rundvísing, sum byrjar við einum stuttum filmsbroti.

Bispur vígir skúlan
Tað verður Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum hósdagin 15. oktober kl. 15.00 vígir Skúlan við Streymin. Orsakað av korona-tilmælunum er vígslan einans fyri innbodnum. Vígslan verður stroymd beinleiðis á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, og vóna vit at mong nýta høvið at fylgja við hátíðarhaldinum har.

Sunnudagin 18.oktober, sum kunnugt, er møguleiki hjá almenninginum at tekna seg til rundvísing, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo