Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

 Í gjár fór eg ein túr til Klaksvíkar og fyri fyrstu ferð fór eg inn í bygningin “Varpið.” 

Har var filmstiltak sum Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipaði fyri. Filmurin eitur “6:30” og tað var um 7. oktobur tá terror felagsskapurin “HAMAS” fór inn um markið og drap, kidnappaði, og voldtók ungdómin, sum var og hugnaði sær á festivali. 

Vit í Føroyum hava havt fleiri festivalur og komandi vikuskifti verður Norðfestival. Hugsið tykkum, at mann ferð til ein festival og tað verður knúst sundur. Skotin, brend, kidnappað og blíva send til eitt stað har man verður viðfarin sum burturkast. Fullur av hatri og mótstandurin er ikki nakað sum man kann tosa við. Teir vilja bara týna Ísraelska fólki á ringastu máta. 

Fokusi á filminum var samrøður við tey ungu sum vóru til festivalin. Filmurin bleiv tikin upp longu eina viku aftaná 7. oktobur. Ungu vóru pinnastill fyri at sleppa undan at verða dripin. Pinnastill meinast við at man ikki skal flyta ein fingur. Mann skuldi uppføra seg sum eitt deytt fólk tá terroristarnir vöru rundan um tey. Alíkavæl um mann er skotin og bløðir skuldi man ikki geva ljóð frá sær. Hetta er óhugsandi fyri okkum. 

Tað eru enn 107 gíslar í Gasa og mann veit ikki um hvussu nógv eru á lívi. Góðu latið hasar gíslarnir leysar so mann fær frið aftur millin Ísraelska fólki og fólki sum býr í Gasa.

At siga “free palestina” í hesum sambandi rakar mann totalt skeivt. Tað er at rættvísgera terroristarnar og gera teir til hetja. Vit mugu gera mun millin handa terror felagsskapin og palestinska fólki. Vissi 7. oktobur var ein friðarligur dagur so hevði hetta ræðiliga kríggið ikki hent.

Eg vil minna tykkum lesarar á, at vit mugu øll standa saman ímóti terror!! 

Heilsan
Ein Ísraels vinur
Petur Asano 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo