Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hetta er ein áheitan á Føroya Landsstýri, serstakliga landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen og landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, um at fylgja við, hvat ið fyriferst innan løgregluna í Føroyum.

Løgreglan er danskt málsøki, men myndugleikastovnurin er “settur í verðina” við einum høvuðsendamáli: at tæna og verja borgararnar í Føroyum.

Herfyri hoyrdist eitt hjartasuff frá Føroya Politistafelag. Tað var formaðurin, ið gramdi seg um, at politistarnir vóru sperdir, og at stovnurin ikki megnaði at lyfta tær uppgávur, sum skulu loysast í einum framkomnum samfelag, sum okkara. Vit hoyrdu eisini eina samrøðu um spurningin í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya tann 26. august 2024.

Stutt eftir hetta var ein samrøða við Føroya Landfúta, ið segði seg vilja leggja niður tænasturnar í Runavík og á Sandoynni (ella tað, sum er eftir av tænastuni á Sandoynni). Hetta er skelkandi tíðindi fyri okkum, sum hava valt at búgva í Føroyum. Undanførðslan er, at tað nú er vorðið meira kostnaðarmikið at reka løgregluna í Føroyum.

Tað er viðkomandi at seta spurningin, hvaðani tær øktu útreiðslurnar stava frá. Tað er ikki frá politistalinum sjálvum. Talið av politistum er ikki vaksandi í Føroyum, men er heldur er talið minkað seinastu tíðina. Hinvegin hoyrist, at talið av skrivstovufólki er voksið rættuliga nógv seinastu tíðina. Harumframt sigst, at leiguútreiðslurnar eru øktar munandi eftir, at løgreglan er farin at húsast í nýggja bygninginum í Húsagøtu í mun til leiguútreiðslurnar, tá ið løgreglan húsaðist Yviri við Strond. Tað er óskiljandi, at mann hevur fingið eina nýggja løgreglustøð, men at bygningurin verður leigaður frá øðrum donskum stovni, tað vil siga at peningurin fer úr einum donskum kassa og verður fluttur í ein annan danskan kassa. Hesa rokningina eiga borgarar í Føroyum ikki at rinda (við at løgreglustøðir vera latnar aftur vegna manglandi stýring hjá leiðsluni hjá Føroya Politi.)

Tað skilst á øllum brøgdum, at formaðurin í Politistafelagnum, Eyðun Dalsgaard og landfútin hava hvør sína fatan av støðuni.

Landfútin førir fram, at tað er vorðið dýrari at reka politiið. Tað er fyri mong heilt óskiljandi, í og við, at talan er um fastar starvsfólkalønir.

Eg haldi, at tað er nokk so ósmæðið at senda rokningina til tey áleið 1.200 fólkini, sum búgva á Sandoynni og til tey 12.000 fólkini, sum búgva í Eysturoynni. Flestu av teimum skulu hava pass, endurnýggja koyrikort og so framvegis.

Hvat so við Co²-útlátinum – koltvíevnisútlátinum?
Loysnin hjá Landfútanum kemur at tyngja tað grønu ætlanina hjá landinum við einum lutfalsliga stóru tali. 1.200 + 12.000 = tað vil siga minst 13.200  ferðir í mun til, at eitt skrivstovustarv var verandi á Sandi og 2 skrivstovustørv vera verandi í Runavík.

Seinast 3½ ári havi eg sum sýslumaður haft skrivstovu á politistøðini í Runavík, og har havi eg sæð, hvussu nógvir borgarar hava gjørt síni ørindi har. Mangan stóðu meira enn 20 fólk í senn inni í móttøkuni og bíðaðu eftir at vera avgreidd.

Eg haldi, at tað er sera ósmæðið at krevja, at hesi fólkini nú sjálvi skulu koyra til Havnar at avgreiða síni ørindi. Tænastur, sum politiið hevur skyldu at veita øllum borgarum.

Landfútin tykist halda, at tað er ein sjálvfylgja, at stovnar skulu latast aftur í tann mun, sum samferðslumøguleikarnir batna. Hetta er blóðskeiv mannagongd. Øll skilja vit, at neyðugt er at “repa seglini” tá ið peningaríkiligheitin minkar, men at lata tænastustøð aftur (lukkað) er eitt heilt annað mál. Tað eigur ikki at vera møguligt uttan við tøttum samarbeiði millum løgmálaráðið danska og landsins leiðslu. (Føroya Landsstýrið)

Føroya Landstýri hevur seinastu árini gjørt beint tað øvugta. Fleiri av landsins stovnum eru lagdir út á bygdirnar um landið.

Umframt at handhevja skilhaldsreglurnar í landinum, hevur politiið eisini skyldu til og myndugleikan til at veita borgarunum ymsar tænastur.

Uppgávurnar hjá løgreglu og skrivstovufólkunum eru meira fjøltáttaðar úti á bygd heldur enn í Havn, har aðrir stovnar finnast. Tí er umráðandi at vaksa um tær lokalu politistøðirnar heldur enn at niðurlaga tær.

Hvat verður endin?
Skulu tænastur til borgaran latast aftur í tráð við, at útreiðslurnar hjá Landfútanum vaksa? Verður hetta mannagongdin, er bert spurningur um tíð, fyrr enn politistøðin í Klaksvík eisini verður latin aftur.

So verður bert ein politistøð og hon verður í Havn. (Enn eru politistøðir á Tvøroyri og við flogvøllin, men tann á flogvøllinum kann valla kallast politistøð, tí har eru næstan ongir politistar eftir. Teir politistar, ið starvast har vestri, vera eisini bidnir um at koyra suður til høvuðsstaðin, tá teir eru til arbeiðis.)

Orðini hjá statsministaranum frá røðarapallinum á Fólkatingi:

Tað kennist hugstoytt, at Føroya Landfúti hóreiggjar sær á henda hátt uttan, at nakar politikkari ger vart við seg.

Vit hava orðini hjá Mette Frederiksen um, at tíðin, tá ið danskarar skulu avgera hvat skal henda í Føroyum var farin. Og so legði hon afturat, at tann tíðin kemur ongantíð aftur.

Men her sæst so eitt óunniligt undantak, enntá frá einum donskum stovni í Føroyum.

Tað er eisini hugstoytt, at tað bert er ein politikkari, Magnus Rasmussen úr sambandsflokkinum sum alment hevur mótmælt. Hann kennir støðuna og býr á Skálafjørðinum, men er í tí óhepnu støðu at vera partur av andstøðuni á løgtinginum í løtuni.

Onnur dømi finnast eisini.

Til dømis vóru í síni tíð sjey sýslumenn í Føroyum. Landfútin hevur skorið talið niður til tríggjar sýslumenn og tikið alla skrivstovuhjálp frá teimum við tí úrsliti, at teir nú ikki hava tað neyðugu arbeiðsorkuna til at fremja tær eftirlitsuppgávur, ið sambært lógir í Føroyum eru lagdar og liggja hjá sýslumanninum.

Í Danmark var líknandi skil. Har gjørdi politiið fleiri dagføringar og miðsavnaði politistøðirnar í ólukkumát. Henda tilgongdin er miseyddnaðist fleiri ferðir. Har hava teir angrað miðsavningina og hava nú í nøkur ár haft eina tilgongd, har teir stovnseta “nær-politistøðir” fyri at bøta um sambandið við borgararnar.

Nú sær út til at leiðslan hjá Føroya Politi er í ferð við at gera sama mistakið í Føroyum, tó seinkað við nøkrum árum. Tað hevði tænt leiðsluni betur, um teir høvdu lært eitt sindur frá mistøkunum í Danmark.

Tað skal heldur ikki gloymast, at tá ið leiðslan fyri fleiri árum síðani byrjaðu sínar dagføringar her í Føroyum, lovaðu ella  “bedýraðu” tey, at óansæð dagføringar, so fór einki tænastustað at vera latið aftur hjá politinum.

Tað kann vera, at verandi leiðsla hevur gloymt hesi lov-orð, men tað eru tað fleiri onnur, sum minnast.

Tjørnuvík, hin 24. septembur 2024,
Jens H. Jensen,
fyrrverandi løgreglumaður og fyrrverandi sýslumaður fyri Norðoyggjar og Eysturoy

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo