Nevndin í Bakkafrost ætlaði at broyta viðtøkurnar so at felagið kundi keypa fleiri enn 10% av egnum partabrøvum. Men tann ætlanin er nú slept. Hesum boðar Bakkafrost frá í eini børsfráboðan nú seinnapartin.
Orsøkin er, at nevndin hevur fingið afturmeldingar frá partaeigarum sum ikki halda, at hetta er nakað gott hugskot. Ti verður ikki gjørt meira við tað, sigur nevndin í fráboðanini.
Les eisini: Bakkafrost keypir fleiri partabrøv
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo