Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um vit bróta beinið og møta á skaðastovuni, verða vit bráðfeingis viðgjørd. Um fólk við álvarsomum sálarligum avbjóðingum møta á skaðastovuni - sum vit hoyrdu í vikuni - verða tey vend í hurðini. Hetta eiga vit at broyta sum skjótast.

Sálarheilsa á breddan
Seinastu árini hevur sálarheilsa staðið á breddanum, og í 2018 lat Heilsu- og innlendismálaráðið gera “Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum”. Høvuðsuppgávan hjá tvørfakliga arbeiðsbólkinum var at gera eina heildarætlan við ítøkiligum tilmælum um átøk at fremja á økinum komandi árini.

Úrslit av heildarætlanini síggjast til dømis í løgtingslóg um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 til 35 ár, sum er sett í verk. Játtan, ið skal stytta um bíðilistan til útgreining, er á komandi fíggjarlóg økt, og arbeitt verður, sum skilst, við at fáa fleiri vikuligar útgreiningar. Hetta er eisini í tráð við átak 11 í tilmælinum ”Ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum og útbúgving” frá 2021 um skjóta útgreinan av ungum og vaksnum.

Nøkur tilmæli eru veruleiki, og tey gagna ella fara at gagna fleiri. Onnur bíða. Millum onnur er tilmælið um bráðfeingis móttøku av teimum, ið brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga.

Læknavaktin 1870
Í heildarætlanini fyri sálarliga heilsu í Føroyum verður víst á, at eingin munur eigur at vera gjørdur á teimum, ið verða viðgjørd fyri likamligar sjúkur og sálarligar sjúkur. Lagt verður í heildarætlanini tí upp til, at læknavaktin 1870 eisini skal taka sær av teimum, sum brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga.

Grundgevingin fyri, at tað ikki er rætt at skipa eina serliga psykiatriska skaðastovu verður sæð í ljósinum av, at nýggjur psykiatriskur depil nú verður bygdur saman við medisinsku deild, barnadeild og føðistovu, sum er eitt vælkomið framstig.

Tá ið tað avgjørt er brúk fyri skaðastovu, tá ið fólk brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga og eru í vanda fyri seg sjálvi ella onnur, so skal tilboðið verða skipað í somu bráðmóttøku, sum tey, ið hava likamligar sjúkur venda sær til.

Ítøkiliga tilmælið er: Arbeiðsbólkurin mælir til, at Læknavaktin 1870 eisini skal taka sær av teimum, sum brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga. Til tess krevst, at starvsfólk við neyðugum førleikum at handfara sálarligar bráðstøður og at veita telefonráðgeving, verða knýtt at Læknavaktini.

Tvørfakligt tilmæli
Eingin orsøk er at bíða við tvørfakliga tilmælinum. Um vit hyggja eftir hagtølunum hjá Fólkaheilsuráðnum, so verða sálarfrøðiligu avbjóðingarnar ikki færri komandi árini, og tí leingjast bíðilistarnir eisini. Sjálvsagt er tað best at fyribyrgja og samstundis at veita góða og skjóta hjálp.

Tóra við Keldu,
forvinna í MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo