Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Virðing fyri átrúnaðarligu kenslunum hjá øðrum er heilt grundleggjandi fyri Open Doors. Tá vit standa saman við kristnum, sum verða forfylgd av buddistum, hinduum ella muslimum, peika vit ongantíð eftir ella niðurgera trúnna hjá øðrum.

Heldur ikki, um so henda trúgvin er drívmegin aftanfyri forfylgingina, soleiðis sum støðan er fyri mong kristin í Miðeystri, Afrika, India og Landsynningsasia.

Vit kristnu hava sjálv sterkar kenslur fyri eini bók, og tað ávirkar okkum, um onkur spýtir á Bíbliuna, brennir hana ella á annan hátt letur hana vera fyri líknandi gerðum. Ikki at gloyma, tá okkara samkomur og kirkjur verða brendar í grund, og kristin verða jagstrað fyri sína trúgv.

Vit mugu skilja, at Koranin er tað heilagasta hjá Muslimum. Hjá kristnum er Kristus opinberingin av Gudi. Hjá muslimum er Koranin opinberingin av Gudi. Teir trúgv, at eingilin Gabriel gav Koranina, sum ikki er skrivað av mannhond men av Allah, til Muhammed.

Tí verða muslimar serliga ávirkaðir, tá onkur festir eld í ella kutar Koranina sundur - eisini hóast tað verður gjørt sum mótmæli móti teimum ógvisligu brotunum á grundleggjandi manna- og frælsisrættindi, sum Koranin fyri mong er ein ímynd av.

Fyri lutfalsliga sekulerar danir, sviar og kanska eisini føroyingar, er tað óivað trupult at skilja, hvønn týdning ein heilag bók hevur í øðrum átrúnaðum.

Í hinduismuni eru tað einans prestar, sum mugu nema við tær, og nógvir muslimar lesa bert Koranina á arábiskum – eisini hóast tey ikki skilja málið. Hon er nógv meira enn ein bók. Hon er ímyndin av einum guddómi. Hon er næstan at meta sum sjálvur guddómurin – og tí trampar ein á tað allartýdningarmesta í lívinum hjá einum øðrum menniskja, um ein brennir teirra heilagu bók.

Hóast vit sum felagsskapur eru ópolitisk, hætti eg mær kortini at spyrja: Er tað veruliga avgerandi neyðugt, at atfinningarnar móti Islam eisini hevur við sær møguleikan at brenna heilagu bókina hjá muslimum – tað, sum fleiri serfrøðingar siga, vóru teir báðir møguleikarnir, ið blasfemiparagraffin bannaði. Vigar atlitið til kenslurnar hjá muslimum – og kristnum – ikki meira?

Uttan mun til svarið, standa vit nú við skegginum í postkassanum, tí at OIC hevur blandað seg uppí. Nú er altjóða stórpolitikkur komin uppí, og tað hevur í stóran mun bronglað myndina. Ella kanska heldur einfaldað tað til einans at snúgva seg um meginreglur og geopolitiskt vald.

Í tí samanhangi vil eg fegin eggja til at gera tað steinkastandi OIC varugt við tað glashúsið, tey búgva í, og at eggja felagsskapinum til at steðga tí ógvisligu forfylgingini av kristnum, sum fer fram í nógvum av limalondum teirra.

Samstundis kundi stjórnin bæði í Føroyum og Danmark hóskandi víst á, hvussu atsøkt kristin í limalondunum hjá OIC reagera, tá islamistar bumba kirkjur teirra, bróta hús teirra ella brenna bíbliur teirra.

Tey kristnu velja nevniliga, sum Jesus hevur lært tey: "Elskið fíggindar tykkara, biðið fyri teimum, sum søkja at tykkum."

Lat okkum vera tey, ið fáa frið í lag.

Rói Norðoy
Leiðari
Open Doors Føroyar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo