Skúlablaðið: Gongdin síðstu árini í Føroyum hevur verið tann, at tað javnan verður søkt eftir nýggjum skúlastjóra ella varaskúlastjóra.
Í summum førum, tí stjórin fer frá fyri aldur, men tað kemur eisini oftari fyri, at skúlastjórar velja at siga seg úr starvi ella fara í farloyvi.
Í øllum førum hava broytingar verið í nógvum leiðslum, og í summum skúlum hava skiftini verið títt.
Summar tíðir eru heldur ikki nógvar umsóknir, tá ið leiðslustørv verða lýst leys at søkja. F
ormaðurin í Skúlaleiðarafelagnum sigur, at skulu vit fyribyrgja, at skúlastjórar í sama mun sum uttanlands velja at stinga í sekkin, so er tað nú, at umstøðurnar eiga at verða broyttar og bøttar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo