Zinedine Zidane hevur púra óvæntað valt at taka við aftur starvinum sum venjari í Real Madrid, bert 9 mánaðir eftir at hann fór úr starvinum eftir at hava vunnið Champions League 3. árið á rað.
Zidane, sum var venjari hjá Real frá 2016 til 2018, hevði sum skilst fleiri onnur venjarastørv at velja í, men hann valdi at verða verandi í Madrid.
- Eg fekk bjóðað fleiri størv, men eg vildi ikki fara til onnur feløg. Eg vildi vera her, segði Zidane, sambært The Guardian.
Hann legði aftrat: Eg eri glaður fyri at vera heima. Eg ynski at føra hetta felag aftur, har sum tað hoyrir heima.
Real Madrid hevur havt eitt minni gott kappingarár í ár undir leiðslu av Julen Lopetegui og Santiago Solari og er longu sligið út úr Champions League og Copa del Rey. Í La Liga er felagið nummar trý, 12 stig aftanfyri FC Barcelona á 1. plássinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo