Sambært spanska miðlinum AS vil Manchester United stjørnan Paul Pogba heldur skifta aftur til Juventus enn at fara til Real Madrid í summar.
Orsøkin skal vera, at hann vil sleppa at spæla á liði saman við Cristiano Ronaldo.
AS skrivar, at Paul Pogba longu skal hava tosað nærri við nýggja Juventus venjaran Maurizio Sarri um at venda aftur til Gomlu Damuna, har hann spældi frá 2012 til 2016.
Real Madrid, undir leiðslu av Zinedine Zidane, hevur higartil brúkt 344 milliónir pund uppá nýggjar leikarar í summar og er sum skilst ikki serliga sinnað at brúka 150 milliónir pund aftrat uppá Pogba.
Hetta er prísurin, sum Manchester United eftir øllum at døma vil hava fyri franska heimsmeistaran, sum skifti til norðurenska felagið fyri 90 milliónir pund í 2016 - hvat ið tá var eitt nýtt heimsmet fyri ein leikara.
Frammanundan hesum hevði Paul Pogba eisini umboðað Reyðu Djevlarnar frá 2010 til 2012.
Pogba hevur í besta føri avrikað miðalhampa væl fyri Reyðu Djevlarnar hesi trý árini, hann hevur verið í felagnum, og hevur hann sagt alment, at hann ynskir eina nýggja avbjóðing eina aðrastaðni enn í United.
Tað eru ikki bara Real og Juventus, sum eru úti eftir franska heimsmeistaranum. Paris Saint-Germain ynskir sær eisini hansara undirskrift, og skal franska stórfelagið hava bjóðað United Neymar Jr. í býti fyri Pogba.
Hetta skal United tó hava takkað nei til, av tí at felagið metir Neymar Jr. vera ov dýran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo