”Ikki er ráð at gjalda fólkum, sum vaska gamlar reyvar, eina ordiliga løn”. Sitat frá Høgnatátti í sendingini Nón fríggjadagin 4.2.
HVAT sigur tú?
Hetta er tíverri ikki fyrstu ferð, eg hoyri slíkan málburð um eldrarøktina. Henda vanvirðisliga orðingin er eitt málsligt rák og eitt hugburðsrák, sum hevur vundið upp á seg gjøgnum fleiri ár. Nær bleiv tað sosialt akseptabult at merkja okkara gomlu sum ”gamlar reyvar” og tey, sum starvast við professionellari røkt og umsorgan sum ”fólk sum vaska gamlar reyvar”? Fáa hesi fólk virðing og tign við slíkari orðing, ella taka vit virðing og tign frá teimum?
Tey orðini, vit brúka, hava stóran týdning, tí tey skapa okkara holdningar.
Tað eru okkara gomlu, sum hava bygt samfelagið, vit øll njóta gott av í dag. Tað eru tey, sum starvast við professionellari røkt og umsorgan til okkara gomlu, sum gera, at øll onnur kunnu fara til arbeiðis við góðari samvitsku, tí onkur (annar) tekur sær av teirra gomlu foreldrum.
Um tín gamla mamma fær tørv fyri hjálp, ynskir tú so, at hon fær tað frá starvsfólkum, sum síggja hana sum eina reyv, sum skal vaskast? Eingin virðing, eingin tign, eingin menniskjasligheit. Eingin umsorgan ella áhugi fyri um hon hevur tað gott ella ikki, bert ein uppgáva, sum skal loysast.
Ella ynskir tú, at hon fær hjálp frá starvsfólkum, sum síggja hana sum eitt menniskja, hvørs evnir og førleikar til at draga umsorgan fyri sær sjálvari er minkað? Sum stuðla henni í at viðlíkahalda teir førleikar, hon hevur, og hjálpa henni við tí, hon ikki megnar sjálv. Sum kenna hana, tosa við hana, eygleiða hennara heilsustøðu og syrgja fyri, at hon fær hjálp frá sjúkrarøktarfrøðingi ella lækna, tá tørvur er á tí osfr. Sum virða hana sum tann, hon er, og vísa henni tign samstundis við, at tey geva henni professionella røkt og umsorgan.
Hvat hevði tú valt? Tú velur við teimum orðunum, tú brúkar. Starvsfólkini eru tey somu, men orðini ávirka.
Professionell røkt og umsorgan krevur nakað serligt. Kenslur hjá øðrum, kropsligt og mentalt forfall, sjúka, miss av evnum og deyði eru partur av arbeiðinum, og tað skal handfarast við virðing. Tað er eitt krevjandi, meiningsfult og gevandi arbeiði, sum samfelagið eisini nýtur gott av. Tað krevur sína kvinnu/mann at arbeiða á hesum økinum. Tað er gott at vera ”fitt/fittur”, men tað er langt frá nokk. Tað krevur fakliga vitan, psykiska styrki og skil fyri hvussu menniskju fungera og ávirkast.
Heilt banalt, so krevur tað eisini fakliga vitan at ”vaska ein reyv” á rættan hátt. Ja, tað finst ein rættur og ein skeivur máti at gera tað uppá. Tann rætti fyribyrgir sjúku, tann skeivi ger teg sjúkan.
Okkara gomlu eru verd at fáa virðing og tign, og okkara starvsfólk, sum veita teimum professionella røkt og umsorgan eru verd at fáa virðing og tign fyri tað arbeiði, tey gera. Lat okkum venda rákinum, vanda okkum um orðini, vit nýta og vísa báðum bólkum virðing í talu og holdningi.
Mona Maria úr Fugloy
Cand.cur., sjr.fr.
Deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimið
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo