Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eg sat við hesi kensluni, at tað er ófatiligt tíðin er farin og hvussu langt vit eru komin á flest øllum økjum.

Hetta var fyrsta sýningin, so onkur teknisk ting vóru ikki heilt har, men ØLL heildin riggaði bara so einastandandi væl.

Rættiliga imponeraður av tónleikinum, sum fekk meg at minnast aftur á t.d. leikin Fame, har sonurin tók sær av bassinum.

Alt blásara-arrangementið var eisini rættiliga imponerandi og skal eg nevna eitt navn, kann eg illa koma uttan um Matthias Kjølbro á saxofonini, sum vit eisini kenna úr bólkinum Punjab.

Ongin ivi um og fekk eg kensluna, at tað liggja rættiliga nógvir tímar í arbeiðinum at fáa leikin upp at standa, tí sjálvur pallurin riggaði væl við rammuni, sum varð førkað millum ymsu setupini og so var ljósføringin og filmurin eisini super og gav eina góða kensla av at vera afturi í 80´unum.

Taka vit løg úr 80´unum við millum øðrum sangarunum Torkili Johannesen (Plúmm), Jákupi Marnar Anthoniussen (Science Fiction/Les Iles Feroe), M.C. Restorff (Nicodemus v.fl.), Terja Rasmussen (Moirae), Nolsøe-beiggjunum og øðrum, so má eg siga, at so ungir sangarar megna at lyfta upp gávuna til UG!

Eg sat við eini kenslu, at nøkur av hesum mugu hava onkrar sangligar relatiónir, tí tað ljóðaði rættiliga professionelt.

Kann eg nevna tvær, so komu Jóhanna Norðberg Niclasen, við kunstnaranavninum Yóhanna, og Jasmin Mote sera væl frá sínum uppgáva, meðan kanska onnur ikki vóru so “trimmaði”, um mann kann siga so.

Kóruppsetingin riggaði eisini væl, men onkuntíð vildi eg havt ljóðið meira fram í myndini, men hetta var jú fyrsta framførslan, so tað skal undra meg, at nógv verður justerað inn – so hvørt.

Politiska tíðarskeiðið varð eisini væl lýst við veðhaldspolitikkinum í 80´unum, sum bar móti stóru kreppuni í 90´unum.

Eg eri rættiliga fegin um slík projektir, sum kanska seta gongd á okkurt tónleikligt, men so sanniliga eisini leggur upp til samstarv millum næmingar og fólkini, sum er góður førningur.

Eg livdi mítt ungdómslív í Havnini í 70´unum, har eg fekk roynt meg innan tónleikin, kapprógvingina, á míni tunaðu knallert, flotta bili og annað, sum nokk ikki altíð var tann, nógv “vildu” hava meg at vera, so 80´ini vórðu meira tey, har eg fann mær mína og fall í ró. 

Hugsaði eisini um hetta við uppbýtinum – millum hvat tú mátti afturi í 70´unum og 80´unum – at einu løtuna var tú innan átrúnaðarligu karmarnar og hina mátti tú snýkja teg til, tí longsulin eftir ØLLUM føroyska tónleikinum var har og hevði yvirhøvur onki við átrúnað og annað at gera.

Tað kom eisini fram í leikinum, hvussu samfelagið og tilvitanin broytist og sanniliga mugu vit staðfesta, at føroyska samfelagið og toleransan hevur flutt seg – til tað betra.

Mann kann so siga, at leikurin eisini ger upp við fordómarnar og opnar hurðar fyri, at tað ber til at hava tína áskoðan og trúgv – uttan at tað skal skerja teg frá at liva títt lív – “på godt og ondt”.

Gott at humoristiski vinkulin eisini er har, so tað er sanniliga ikki at undrast, at publikum reistist í undran og virðing, so frá mær skal super leikurin hava 5 av 6 stjørnum.

Fríðálvur A. Jensen

Her er leinkja til sendingina:

http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/11/17/kvrnin-ummlir-sangleikin-feitar-tir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo