Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Heimasíðan hjá ÍSF setir ymiskum fólkum spurningar um ítrótt og rørslu. Hesa ferð er gesturin Sigfríður Skaale Clementsen.

Navn: Sigfríður Skaale Clementsen
Aldur: 47 ár
Unnusta: Erla Nielsen
Børn: Vígdis 9 ár
Útbúgving: Krambakallur, starvist í dag sum Fótbóltsmennari hjá FSF

Hvussu ofta íðkar tú ítrótt um vikuna og hvønn ítrótt er talan um?

Stutta svarið er, at eg mest sum aldrinn íðki ítrótt ……. og tó so eru tíðarskeið har eg taki meg saman. Tað hendur tá vektin er komin í so høgt upp, tá fari eg á venjingarmiðstøð.

Gamlir skaðar gera at eg td. ikki fái runnið uttan at fáa pínu og tí kann eg t.d ikki longur spæla fótbólt, sum annars var mín høvuðs- ítrótt.

Hetta kann kanska tykjast sum eitt paradoks, tí hóast eg ikki sjálvur havi verið serliga fysiskt aktivur, so havi eg seinastu 20 árini mest sum út í eitt arbeitt sum fótbóltsvenjari og tíðskil verið á vøllinum 5 dagar um vikuna + tað leysa frá január til novembur og vant lið.

Men eg má líka nevna, at eg í desembur havi keypt mær sjálvum eina súkklu í jólagávu og planurin er at hon ikki bara skal standa til pynt.

Íðkaði tú ítrótt sum barn?

Ja!!! Alla tíðina sum eg minnist tað. Í barnagarðinum fekk eg eyknevni drongurin við bóltinum og bólturin fylgdi mær allan ungdómin – og helst eisini enn. Minnist tað sum at hvørt fríkorter og hvør fríløta fór við at spæla. Serliga var tað fótbóltur men eg royndi meg eisini í hondbólti.

Hvønn týdning hevur ítróttur fyri teg og familjuna.

Eg eri væl tað tættasta man kemur uppá ein sport’s idiot – so eg kann næstan siga at ítróttur er alt fyri meg. Bólturin fylti alt sum barn og tað ger hann enn. Tá eg var barn sum spæl og sum vaksin er bólturin blivin til  mítt livibreyð.

Í sjónvarpið hyggi eg eftir øllum ítrótti sum eg komi fram á – um tíð er til tess.

Unnustan er fysioterapeutur so rørsla er partur av hennara arbeiðið. Henni dámar eisini væl at renna sær ein túr og tað kemur fyri at hon fer til oldgirls fótbólt. Hon hevur eisini verði venjari hjá dótturini í svimjing.

Dótturin svimur og gongur til skótar og hevur gjørt fimleik, har er hon fysiskt aktiv og fær eisini vinir. Henni dámar eisini væl at spæla úti, súkla og klintra og annað.

So saman um tikið má sigast at ítróttur fyllur nógv hjá okkum.

Hvat heldur tú er týdningarmesta uppgávan/avbjóðingin hjá ítróttarfeløgunum?

Tá eg hugsið um ungdóm so er týdningarmesta uppgávan at vit megna at skapa pláss og rúm fyri øllum – og at tað skal verða rúm fyri avbjóðingum til bæði breidd og elitu. Megna vit tað, vil ítróttin verða við til at ungdómurin uppbyggir sær góðar vanar, man skapar lívslang vinarløg og alt annað líka so vil tað eisini geva nógvar góðar upplivingar.

Børn eru eisini fysiskt aktiv í ítrótti og vit vita øll at tað er sunt at sveitta.

Megna ítróttarfeløgini hetta vil tað verða øllum samfelagnum til frama.

Stórstu avbjóðingarnar síggi eg í, at nógv børn í dag slett ikki gerast partur í ítróttaafeløgum – og so er fráfalli eisini alt ov stórt – og fráfalli byrjar eisini ov tíðliga. Her mugu ítróttaafeløgini til at hugsa nýtt og seta inn – samstundis sum tey mugu tillaga seg nýggju krøvini hjá teimum ungu.

Eg havi eina kenslu av at ítróttarfeløg í dag eru sera tengd av at rætti persónurin er í felagnum til røttu tíð – hesir persónar eru gull verdir fyri felagsskapin, men samstundis er orkan hjá familjum, leiðarum, venjarum o.ø er eisini avmarka, tí vit øll hava so nógv um at verða. Hetta er ein avbjóðing ogvandi er fyri at ”lyklapersónarnir” í feløgunum, brenna út.

Fíggjarliga eru flestu ítróttarfeløg eisini pressa. Her er tað ein góð hjálp, at nakrar kommunir nú hava átikið sær at gjalda limagjaldi (Frítíðarkortið). Samla sæð haldi eg at landi gott kundi stuðla ítróttinum enn meir. Tí tað hevði verði væl útgivnir pengar í tí langa løbinum til samfelagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo