Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Á síðstu síðu í bókini Tá mamma verður ør, ið Lauru Apol hevur skrivað og Sprotin givið út, er ein partur til tey vaksnu. Á síðuni stendur at lesa, hvat tey vaksnu hava skyldu til at tosa um við børnini, tá ið talan er um at vera barn hjá sálarsjúkum foreldri. Ikki bara heima við hús, men eisini vaksin á stovnum og í skúla. Bókin er ætlað sum eitt hjálpitól hjá skúlum og stovnum, so tey kunnu byrja samrøðurnar um hetta evnið.

- Eg hevði viljað, at mín skúli gjørdi meira fyri meg, men tað gjørdi hann ikki. Tað var lítið tosað um, hvat gekk fyri seg, hvørki við sjúkuni hjá mammu, ella tá ið okkurt hendi. Eg minnist, at tá ið pápi mín doyði, var eg 15 ár og búði á barnaheimi. Eingin tosaði um, hvat ið var hent, hvørki á heiminum ella í skúlanum. Vanliga var eg øgiliga friðarlig í skúlanum, tí eg føldi ikki heilt, at eg passaði inn, men beint eftir hetta fekk eg eitt flipp í flokkinum. Eg fór at gráta og kasta við tingum mitt í tímanum. Eg fekk skeld og varð blakað út. Lærarin tosaði ikki um, at pápi mín var deyður, men hon klemmaði meg og segði seg skilja, hví eg var kedd. Eisini kom hon á heimið at vitja meg og tók meg við út á kafe. Hetta var tað, eg hevði brúk fyri. Eg bleiv møtt á ein annan hátt, og tað er tað, slík børn hava brúk fyri. Tey hava brúk fyri at verða hoyrd og møtt við umsorgan. Tey hava brúk fyri at vit seta orð á, hvat hendir, sigur Laura Apol.

Hon heldur tað tí vera eitt upplagt evni til evnisvikur, til undirvísingartilfar og til ráðleggingardagar. Vit mugu brúka meiri orku til at seta sjónareykuna á sálarsjúkur, so at tað verður líka vanligt sum at bróta beinið, brúka brillur ella at fáa ilt í búkin, og kanska tað so verður lættari hjá einum barni at reisa seg og siga: “Mamma mín verður eisini ør viðhvørt.”

- Tað er bara prátið, sum skal til, vit noyðast at tosa um tingini. Um vit gera tað, so avstigmatisera vit eisini sálarsjúkur. Bókin er eitt upplagt høvi til at fara undir prátið, hon hevur einki virði, um hon bara liggur. Hon kann verða ein lykil, spurningurin er bara, um man torir at brúka lykilin og lata hurðina upp. 

Tá mamma verður ør er um eina mammu við sálarsjúku, sæð úr barnsins eygum. Bókin er um Gyðju og Hall, sum hava eina mammu, sum onkuntíð er øgiliga móð og svevur nógv, og aðrar tíðir er ordiliga glað og finnur upp á stuttlig ting at gera saman við teimum, sum til dømis at gera bláar trøllapannukøkur. Tað er ikki alt, tey skilja, men tey hava tað stuttligt, tá ið mamman finnur upp á ymiskt. Tá ið mamman ikki hevur tað so gott, noyðist hon á sjúkrahúsið, og tá ansar omman eftir Gyðju og Halli. Tað er eisini hugnaligt, men teimum leingist eftir mammuni, og tey vitja hana á sjúkrahúsinum.

Les alla samrøðuna við Lauru Apol í seinasta Skúlablaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo