Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Komandi lestrarár ætla fleiri miðnámsnæmingar at fara undir hægri lestur í Føroyum enn í Danmark. Hetta vísir kanning, sum Glasir hevur gjørt millum miðnámsnæmingar. Gera næmingarnir, sum teir svara í kanningini, so verður tað fyrstu ferð, at talið av fyrstaárslesandi føroyingum verður størri í Føroyum enn í Danmark.

Formaðurin í næmingaráðnum á studentaskúlanum í Kambsdali, Steffan Klein Poulsen, dugir ikki at meta um, hví hetta er so. Hinvegin hevur hann púra greið svar fyri sítt egna viðkomandi.

Steffan vil lesa búskaparfrøði, men tað hevur ikki borið til fyrr enn í 2016, tá ið Setrið fór undir bachelorútbúgving. Var tann møguleikin ikki, so hevði hann verðið noyddur at farið av landinum – ella at lesa okkurt annað á Setrinum, sum hann ikki hevði havt líka góðan hug til.

– Nú havi eg møguleika at lesa búskaparfrøði í Føroyum, og avgerðin um at søkja varð bara staðfest, tá ið útbúgvingarleiðarin í búskaparfrøði í kunningini á Kambsdali segði, at dentur verður lagdur á føroyskt perspektiv og føroysk dømir, sigur Steffan.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo