Sum fagfelagsformaður fyri skiparar og stýrimenn sum starvast í fiskivinnuni, so bleiv eg skelkaður av at hoyra okkara fíggjarmálaráðharra, Ruth Vang, hvussu hon ferð við tí føroyska fiskimanninum.
At hoyra Ruth Vang hvussu hon setur spurningar við og øtast yvir, at nakrir sjómenn hava tað rímuligani gott umborð á teim nýggjastu skipunum sum eru komin í flotan, har hon heldur bæði at hava tað so gott og fáa sjómannafrádrátt, tað er í hennara verð ov nógv av tí góða.
Hon sigur eisini, at nakrir sigla nokk bara grunda á sjómannafrádrátt.
Hvussu kanst tú fáa teg at siga slíkt Ruth Vang?
Eg fari staðiliga at átala tín málburð um mínar limir og biða teg um at virða teirra arbeiði, sum er bæði hart og slítandi.
vinarligast
Annfinnur Garðalíð
formaður
Skipara og Navigatørfelagið
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo