Marnar Fríðheim Kristiansen á Facebook: Tað var tosað um privatar heilsutryggingar. Har var so eisini tikið eitt brot úr samrøðu við meg frá týsdegnum, viðvíkjandi krabbameinsøkinum, sum so varð koblað til privatar heilsutryggingar.
Eg eri ósamdur í hesari vinklingini. Og eg eri ósamdur í, at privatar heilsutryggingar eru nøkur góð loysn, fyri at hjálpa við teimum avbjóðingum vit hava innan krabbameinsøkið.
Útgreinan fyri krabbamein hóskar seg illa at fyriganga á privatum sjúkrahúsum. Journaltilfar og kanningar kunnu ikki lættliga deilast, og tað er vandi fyri at informatiónir detta niðurímillum, ella kanningar mugu gerast fleiri ferdir orsaka av hesum. Ein sovorðin risiko kann ikki góðtakast, tá tað kemur til krabbamein.
(Les alla viðmerkingina niðanfyri)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo