Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook: Kunnu øll løgtingsfólkini hjá javnaðarflokkinum ikki skrifta hjá presti, ella sálarfrøðingi, ístaðin fyri á sosialu miðlunum.
Øll hava tey verið úti í dag og fortalt hvussu kedd tey eru at hava gjørt seg inn á frælsa samráðingarrættin.
Eg eri eisini keddur teirra vegna, men tað var í gjár at atkvøðugreiðslan var.
Tað er bara eitt sum telur í politikki, tað er at trýsta á grønt ella reytt.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi lærdi meg eitt fyri tveimum árum síðani sum broytti mína støðu.
Tey kallaðu meg fasist, og at eg vildi knúsa verkfalsrættin og fakfelagsrørsluna.
Tað havi eg tikið til eftirtektar og broytt meining.
Eg takki fyri ráðgeving.
Bara keðiligt at tey sjálv ikki hava broytt støðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo