Javnaðarflokkurin er ein lítil partur av grundarlagnum undir donsku stjórnini.
Henda stjórn stendur nú í eini álvarsamari tvístøðu.
Hvat skal hon gera, nú landið er hótt av terroratsóknum, tí privatpersónar aftur og aftur brenna Koranina alment?
At brenna Koranina er loyvt í Danmark, eins og tað er loyvt í Svøríki. Tað kemst av, at tann sonevnda “blasfemigreinin” í lógini varð avtikin fyri seks árum síðani.
Í flest øðrum londum er tað ikki loyvt at brenna Koranina alment, og tí kann Danmark gerast til ein vígvøll, har koranbrennarar og islamistar bresta saman – við stórum vanda fyri, at ósek verða offur.
Hetta er orsøkin til, stjórnin nú – eins og svenska stjórnin – ætlar at gera tað ólógligt at brenna Koranina frammanfyri t.d. ambassadum.
Hetta er ein tvístøða millum øðrumegin at verja trygdina hjá fólki og hinumegin at verja talufrælsið.
Rættindi ella friður
Tað er skeivt at brenna Koranina. Tað er skeivt bara at háða, spotta og provokera heldur enn at argumentera.
Men demokratiið er tolið – og tað skal vera tolið. Tað skal eisini tola, at fólk geva sína hugsan til kennar á ódámligan hátt.
At gera demokratiið minni tolið við at bakka fyri islamistiskum kreftum kann vera hættisligt.
Í nógvum muslimskum londum er ikki fólkaræði. Ikki persónligt frælsi. Ikki talufrælsi. Ikki rættartrygd. Og nógvastaðni eru kvinnurnar ikki bara kúgaðar, men púra slettaðar burtur og roknaðar sum persónligar ognir hjá monnum. “Ideologiin”, sum hesi lond byggja á, er Koranin. Tað er við henni sum “uppskrift”, at frælsið er avtikið ella avmarkað. Tí er henda bók so hatað.
Nýtast muslimsk lond at vera so forsteinað? Nei. Øll eru tað ikki. Eg havi sjálvur verið í muslimskum londum, og hitt fólk, sum aldrin kundu droymt um at framt harðskap ella gjørt nøkrum nakað í islams navni. Sum tulka Koranina á líknandi hátt, sum flestu kristin tulka Bíbliuna í dag. Tíbetur hava flestu muslimar í Vesturheiminum somu fatan.
Og vit eiga ikki at gloyma, at Bíblian einaferð var brúkt á sama brutala hátt, sum Koranin verður brúkt í dag. Tað veldst altíð um, hvør tulkar – og hvør hevur rættin at tulka.
Men veruleikin er, at Koranin óhugnaliga nógvastaðni verður brúkt sum eitt fundamentalistiskt religiøst / politiskt stríðsrit. Eitt rit, sum nøkur nýta til at taka valdið yvir øðrum.
Og hetta ger seg ikki bara galdandi í muslimskum londum. Mótstøðan móti talufrælsi, fólkaræði, rættartrygd, trúarfrælsi og – serliga – kvinnurættindum er óhugnaliga stór millum nógvar islamistar í fleiri vesturlendskum londum.
Teirra mál er ikki bara at banna brenning av Koranini. Teir vilja nógv, nógv longur enn so. Og vinna teir tann sigurin, teir nú kanska fara at vinna í Danmark og Svøríki, kann tað gerast ein katalysator til at fara víðari móti øðrum málum. Málum, sum styrkja teirra miðaldarligu heimsfatan, og gera fólkaræðið veikari.
Tí býður tað mær inniliga ímóti at atkvøða fyri einum uppskoti, sum reelt snýr seg um at bakka fyri islamistiskum trýsti. Hóast koranbrenningarnar er eitt býttisligt og primitivt stunt, so eru tað jú ikki tær, sum eru trupulleikin. Tær fáa hinvegin tann veruliga trupulleikan fram í ljósið. Og hann er, at so nógvir islamistar – bæði í Danmark, Svøríki og í Miðeystri – eru sinnaðir at nýta hetta høvi til at fremja harðskap. At hoyra imamar í Miðeystri eggja ungum monnum til júst hetta – at fremja harðskap í Danmark og Svøríki – er ræðandi.
Tað kemst ikki uttan um, at hetta er at bakka fyri hóttanum.
Hinvegin: Ein stjórn má altíð viga fyri og ímóti. At sita sum ráðharri og vita, at gert tú einki, so kann tað kosta fólkum lívið, er ikki lætt. Og um talufrælsið í Danmark nú verður skert, so verður tað hóast alt ikki skert meira, enn tað longu eru skert í øðrum vestanlondum. Hesaferð er tað bara so týðuligt, hvør orsøkin er...
Eg atkvøði ikki
So hvat skal eg gera? Skal eg atkvøða fyri, um stjórnin við lóg ætlar at geva eftir fyri islamistum? Ella skal eg atkvøða ímóti, og harvið kanska skapa vanda fyri harðskapi?
Tað havi eg umrøtt við leiðslu Javnaðarfloksins, og niðurstøðan er, at eg geri sum eg gjørdi, tá uppskotið um at strika dýra biðidag sum frídag var fyri: Eg haldi meg uttanfyri og atkvøði ikki!
Tað er ikki at vera feikur. Orsøkin er, at í einum so álvarsomum máli mugu avgerð og ábyrgd fylgjast.
Revsilógin er yvirtikin. Tað merkir, at verður hon broytt í Danmark, verður broytingin bara galdandi í Danmark. Tað er løgtingið sum ger av, hvussu viðurskiftini verða skipað í Føroyum.
Og tað verða heldur ikki Føroyar, sum verða raktar av harðskapi, um koranir verða brendar í Danmark.
Hetta er altso eitt danskt mál. Ein sera trupul, donsk tvístøða. Tað eru danir, sum mugu liva við avleiðingunum. Og tær kunnu gerast álvarsamar uttan mun til, hvør avgerð verður tikin.
Tí eiga tað eisini at vera teir fólkatingslimir, sum eru valdir í Danmark, sum skulu taka avgerðina.
Tað hevði verið skeivt um ein føroyskur fólkatingsmaður, hvørs veljarar ikki skulu liva við avleiðingunum, gjørdi av, hvat skal henda.
Hetta er eitt mál fyri teir politikarar, sum umboða Danmark og danska fólkið.
Sjúrður Skaale
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo