Skúlablaðið: - Uppleggið er, at starvsfólk skulu sleppa at dagføra sína útbúgving við styttri og longri skeiðum umframt eftirútbúgving og serútbúgving.
- Samfelagið er í stórari menning, so tað er átrokandi, at starvsfólk verða førleikament javnt og samt.
- Hetta økið hevur verið forsømt í nógv ár, so at fleiri av lærarunum, sum hava serútbúgving, nærkast eftirløn ella eru farnir frá.
- Eftirútbúgving til lærarar stendur saman við hægri raðfesting av flokslæraranum frammarlaga á listanum, tá ið eg fari at raðfesta, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo