Seinastu 20 árini hevur verið arbeitt við hugskotinum um ein eftirskúla í Føroyum, og í august verður hugskot væntandi veruleiki. Í nærmastu framtíð verður møguligt hjá fyrstu næmingunum at søkja inn á Føroya eftirskúla á Tvøroyri.
Í tøttum samstarvið við Mentamálaráðið hevur ein bólkur av lokalum eldsálum av Tvøroyri arbeitt við hugskotinum, og nú er næstan komið á mál. Arbeiðið er komið so mikið áleiðis, at Føroya eftirskúli ætlandi byrjar í august. Nú verður seinasta hond løgd á fyrireikingar og góðkenningar, so næmingar í nærmastu framtíð fáa høvi at søkja inn á Føroya eftirskúla á fyrsta sinni.
Hanna Jensen, landsstýriskvinna við skúlamálum, vónar, at føroyingar fara at taka væl ímóti skúlanum, og at føroyskir ungdómar úr øllum landinum og norðurlondum kunnu savnast um skúlan.
Bjarni Hammer, tinglimur og býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, er ógvuliga fegin og errin um, at eftirskúlin nú er komin so væl áleiðis:
- Hetta hevur verið eitt av mínum hjartamálum, og eg vil takka núverandi og undanfarnu landsstýriskvinnu við skúlamálum fyri vísta vælvild og samstarv í hesum málinum. Tað verður ein stórur dagur, ikki bara fyri meg, men eisini fyri Tvøroyri og allar Føroyar, tá fyrstu næmingarnir verða innritaðir í Føroya eftirskúla á Tvøroyri aftaná summarferiuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo