Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Eg veit ikki hvussu nógvir pensjónistar eru blivnir eftirroknaðir í fólkapensjónini í ár, men eg veit, at tað eru fleiri.

Eg havi kært háttin sum málið um eftirrokning í fólkapensjónini fyri árið 2023 varð viðgjørt uppá. Eg havi nýliga fingið svar, sum var negativt.

Hetta merkir, at eg skal rinda aftur tað, sum eg hevði fingið ov nógv útgoldið í fólkapensjón fyri árið 2023. Sjálv grundupphæddin er skattafrí, men verður viðbótin skattað. Eg misti tað sum svarar til 5 mánaðars pensjónsviðbót. Hetta eisini tí at mótrokningarfría inntøkuupphæddin í fólkapensjónini fyri árið 2023 var lægri enn upphæddin er nú. (61.900 kr.)

Almannaverkið ringdi til mín at spyrja um hvussu eg skuldi gjalda hesa upphædd. Endin bleiv at upphæddin skuldi gjaldast yvir 5 mánaðar. Eftirsíðan skal skattamyndugleikin gera eina nýggja meting av ársinntøkuni fyri árið 2023, tí eg havi goldið skatt av viðbótini, sum eg hevði fingið av órøttum. T.v.s., at eg óivað fái útgoldið eina upphædd, sum svarar til tað, sum eg havi goldið í skatt av pensjónsviðbótini.

At eg fái útgoldið ov nógv goldnan skatt orsakað av reglum um mótrokning í fólkapensjónini var heilt nýtt fyri meg. Eg veit ikki hvussu nógvir pensjónistar kenna til slíka skattaumrokning. Eg haldi, at tey flestu kenna onki til tað.

Mótrokningarfría inntøkuupphæddin uppá 61.900 kr. varð ásett við lóg fyri 2024. Í 2023 varð henda upphædd 45.000 kr.

Tað er onki at ivast í, at nógvi pensjónistar eru givnir at arbeiða, tí tey gjalda skatt av arbeiðsinntøkuni og mótrokning ger, at tey verða trekt í pensjónini. Um arbeiðsmegin hjá fólkapensjónistum skal gagnnýtast, so má mótrokningarfría inntøkupphæddin verða hægri ella mótrokningin verða strikað.

Í Føroyum eru nógvir pensjónistar, sum eru villigir at arbeiða longur og soleiðis halda seg frísk. Hetta er lønandi fyri samfelagið, tí pensjónistar eru á henda hátt til gagns fyri seg sjálvar og samfelagið

Bozena Rasmussen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo