Meirilutin í fíggjarnevndini leggur upp til, at almenna tunnilstoymið skal halda fram til Tjørnuvíkar. Í sama viðfangi eru 4,6 milliónir krónur settar av til arbeiðið at gera lendisarbeiðið og aðrar fyrireikingar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur seg ikki út í, um politiska skipanin heldur tørvur vera á einum tunli til Tjørnuvíkar. Trupulleikin er hinvegin leisturin, sum samgonguumboðini halda skal verða nýttur. Trupulleikin við einum almennum tunnilstoymi er, at tað almenna borar tunlar spakuliga og óeffektivt, heldur enn at lata effektivar privatar fyritøkur gera hetta arbeiðið.
Eftirmeta kostnaðin av tunnilstoyminum
Við einum almennum tunnilstoymi er vandi fyri, at kostnaðurin gerst hægri enn neyðugt. Ábendingar eru um, at kostnaðurin av at bora tunnilin til Dals hevði verið lægri, um privatar fyritøkur gjørdu arbeiðið. Tí eigur samlaði kostnaðurin av valda leistinum at verða eftirmettur og samanborin við kostnaðin av øðrum tunlum, sum eru gjørdir seinnu árini. Í slíkari samanbering er umráðandi, at allur kostnaðurin verður taldur við, eisini kostnaðurin til verkætlanarleiðslu, fíggingarkostnað o.a.
Bjóðast út
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað ikki vera nøkur orsøk til, at almennar fyritøkur og stovnar fara inn á øki, sum privata vinnan røkir best.
Fyri at finna veruliga prísin á einari tunnilsverkætlan er neyðugt at bjóða verkætlanina út. Tað eigur eisini at vera gjørt í sambandi við ætlaða Tjørnuvíkartunnilin.
Landsverk hevur longu ríkiligt við uppgávum
Føroya Arbeiðsgevarafelag er av teirri áskoðan, at virksemið hjá Landsverki longu fevnir ríkiliga breitt. Tað sigur seg sjálvt, at tað er torført at vera nóg fokuseraður upp á verkætlanarstýring av stórum byggiverkætlanum, tá ið stovnurin samstundis skal framleiða skerv og asfalt, viðlíkahalda bygningar og vegir o.a., rudda kava, og nú eisini sjálvt skal bora tunlar.
Landsverk eigur at fáa neyðugu umstøðurnar til at hugsavna seg um dygdargóða verkætlanar- og góðskustýring, og so lata privatar fyritøkur gera tað útførandi arbeiðið, sum tær eru spesialiseraðar í at gera. Hetta er ikki ein spurningur um ideologi. Tað er ein spurningur um at optimera kostnað, tíð og góðsku.
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo