Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Góða Signy, tað er øgiliga løgið at skriva tær eitt bræv undir hesum umstøðum, tí tú kanst jú ikki lesa tað, soleiðis sum vit annars gera.

Tú ert ikki her longur. Tú ert farin ta einvegis ferðina, sum vit øll skulu fara - so ella so, fyrr ella seinni. Tey munu vera sera fá av okkara javnaldrum, sum enn eru her um fimtan-tjúgu ár til dømis.

Hugsa tjúgu ár aftur í tíðina; tá tú vart 60 ár og full av árræði, og ikki sást nakað til nakað, sum líktist elli, og førleikin var í toppi, hóast tú longu tá hevði havt ymist at dragast við seinastu tjúgu árini. Hugsa bara tjúgu ár aftur nú! Tað ljóðar leingi hjá tí unga, men er eitt forsvinnandi lítið áramál í okkara søgu og okkara aldrandi eygum, og so skjótt tey eru farin afturum! Seinastu tíggju árini tykjast, í baksýni, at vera runnin út sum eitt glas av vatni, so tað kann vera ringt at taka eitt ár fram úr raðnum og minnast til, hvat var á vási tá,.uttan at tað eins væl kann hava verið tvey-trý ella fimm ár hvørjumegin.

Men skeið okkara í Oyndarfirði, árini 1973-1986, stendur enn ljóslivandi, og at tíðin var góð og verd at minnast aftur á, er ikki minst tær og tykkara húski fyri at takka.

At fáa eina góða vinkonu (og ein góðan bindiklubba) beinanvegin eftir komu á eitt nýtt stað, hevur alstóran týdning fyri trivnaðin, og sum grannar høvdu vit øll plussini við: Konurnar sama aldur, menninir umleið sama aldur og somu arbeiðsøki og sjómenn báðir; enntá børnini høvdu sama aldur. Marner eitt sindur elstur, síðani Ingolf og Jón; Eyðbritt og Sofus; Eirikkur og Mortan; tey vóru javnaldrar tvey og tvey og gingu í somu flokkum, so har var skjótt og lætt at fáa samband allar vegir.

Har var eisini altíð almikið at tosa um, og har vóru hvørki barnagarðar ella tabbar, so tað var 'uppá gamla mátan'. Spælt var saman uttandura. Øll kendu náttúruna á sumri og vetri, í sólskini og kava, í logn og í ódn og vuksu upp við seyði, hoygging, fjallgongu, fletting osv. Og spennandi garasjum og arbeiðsskúrum, eins og forbodnum sjóferðum í árabátum ella jollum, tá tey hildu, at eingin sá. Tíbetur var vanliga onkur, sum hevði eygu í nakkanum og segði frá, um tað sá vandamikið út..

*

Viðvíkjandi tær, Signy, so havi eg eitt so deiligt minni frá 1973, meðan vit enn vóru í ferð við at flyta. Tað minti eg teg á so seint sum hendan dagin á LS, sum vísti seg at vera seinasta ferðin, vit sóust.

Tað, sum hendi í 1973, var ein gerð so góð, sum ongantíð verður gloymd, og tað tolir saktans at verða sagt aftur her, tí tað sigur so nógv um, hvussu tú ert - ella vart.

Tað var okkara fyrsta heystfjall. Vit høvdu leigað eini hús, og Havgrím var komin norður nakað frammanundan, og eg kom saman við børnunum dagin fyri fjallið, um eg ikki mistaki meg, og skuldi orðna fyri matinum. Við tað, at handil var har, átti ikki at verið neyðugt at keypt tað stóra at hava við umborð á Barsskor.

Farast skuldi av húsum í lýsingini, um viðraði. Tað gjørdi tað, og eg - sum bóndakona - skuldi vera heima og syrgja fyri, at fjallmenninir fingu at eta, áðrenn farast skuldi avstaðaftur eftir fyrstu gonguna.

Eg hevði spurt hann, hvat teir skuldu hava at eta og nær tað skuldi etast - og hvar tað skuldi etast; heima í bóndans garði ella berast á rættina. Og hvussu mangir fjallmenninir vóru.

Svar fekk eg einki uttan kanska "'okkurt!"', "ein drekkamunn" ella okkurt tílíkt, tí eyðvitað vóru onnur atlit fremri í huganum hendan fyrsta fjalldagin sum sjey-marka bóndi, enn nakað so gerandis og óviðkomandi sum matur. Og tað skuldi ganga skjótt fyri seg. Sum ein hvirla streyk maðurin av húsum.

Eftir stóð hendan óroynda bóndakonan hjálparleys sum Kánus og visti hvørki út ella inn. Visti helst nóg illa, hvar rættin var, um so skuldi vera.

*

Men hvat hendi so! Jú, onkur gloppaði úthurðina, og har stóð ein ljóslivandi eingil; tað menniskjað, sum betur enn nakar annar visti ráðini; besti gesturin, koma kundi á gátt hendan dagin. Og hon visti alt tað, sum vitast skuldi í hesari støðuni..

Leygardagur var, og handilin var ikki opin, og tað kom sera illa við, tí nógv av tí hevði bíðað, til vit komu hagar. Okkurt var inni til matna, men einki sum munaði.

Hvat gjørdi Signy! Hon drønaði heim til teirra og 'tømdi' køliskápið, og so var bara eftir at skera og smyrja og gera drekka og - møguliga baka eitt fjall av pannukøkum, sum hóskaði einari skipsmanning - ella fjallmanning, og sum eg helt hoyrdi saman við seyði og hoyggi og fjallgongu. Eg minnist ikki longur, um teir komu inn at eta, ella tað varð borið niðan á rættina; (haldi tað seinna), men nú var eingin neyð og mat fingu teir allir - eisini tá teir komu aftur seinnu ferðina - og við Signy'sa hjálp.

*

Signy, tú fekst eitt heilsubrek at dragast við fyri mongum árum síðani; komst eftir øllum at døma yvir tað, men man ikki tín positiva tilgongd eisini hava gjørt munin? Slakaði tú av aftaná? Tað mundi vera minimalt. Síðani hevur verið eitt sindur upp og niður, men til fyri kortum, vart tú eitt jarn til arbeiðis, kvik, dugnalig og altíð fyrikomandi.

Nakað herfyri vart tú innløgd. Um tað var gamli skaðin, sum reisti seg aftur, ella okkurt annað var uppií, kann næstan vera tað sama nú. So tóktist tú batnað og komst heim aftur. Men stutt fyri jól vart tú aftur á sjúkrahúsinum.

Mortan og eg fóru at vitja teg hendan dagin fyri jól. Uppi á átta, Sjálv var er ikki ekkaleys og visti ikki, hvør støðan var. Á 8! Sjálvt heitið er óunniligt. Hartil høvdu vit fingið at vita, at 'okkurt gekk', so tað ráddi um at vera varin. Vit gloppaðu hurðina inn á stovuna og tordu valla at tosa. Tú sat á songini og vit stillaðu okkum við hurðina, rødd um at koma ov nær.

Men hvat gjørdi tú! Tá tú sást okkum, leypst tú upp, heilt í hopla, og gavst okkum báðum eitt ordiligt klemm. Tað varna fór av okkum og vit tosaðu um gamlar dagar og mangt og hvat. Mest um Oyndarfjørð, har vit vóru grannar øll árini, burtursæð tí allarfyrsta.

*

Signy; tað er ikki til at fata! Í dag hava vit verið til jarðarferð; tína jarðarferð. Og lat meg bara siga, sum er. So trongt havi eg neyvan sitið nakrantíð - í einari kirkju ella aðrastaðni, í einum króki í geingini, sum sild í tunnu; og tað er meint positivt! Hóast tað kann kirkjan valla hava hýst fleiri enn helvtina av fylginum. Og talan var eisini júst sum hon átti at vera. Takk prestur.

Hóast umstøðurnar á skúlanum til ervi eru frálíka góðar, so var eisini pinn-pakkað har og mong máttu standa og bíða eftir tørni. Men so við og við sluppu øll til og har var alt gott.

Einasta 'minussið' var, at fólk vóru so nógv eld hesi fjøruti árini ella so, síðani vit búðu har, at eg næstan ikki kendi nakran aftur. Tað kom tó so við og við, eftir sum summi hildu seg kunna gita, hvør hendan gamla konan (eg) var, so møguliga eri eg eld tilsvarandi, og blíðskapurin var í toppi.

Tað ER ilt at fata, Signy; Ikki eru vit longur so ofta í Oyndarfirði, har fasta staðið at vitja var inni hjá Signy og Leo. Altíð so blíð og fyrikomandi bæði tvey.

Nú er 'øskukalt' har, sum sagt verður. Bæði eru farin víðari - farin í Harrans hendur, ferðina inn í ævinleikan, har eg vænti at hitta tykkum aftur.

Takk fyri alt, góða, fitta, blíða, raska og hjartagóða Signy. Tú vart ein góður granni tíðina har norðuri og ein góð vinkona - eisini hesi árini síðani.

Harrin signi og hjálpi tínum kæru víðari á leiðini.

Ása G.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo