Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Almanna- og mentamálaráðið hevur sent Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri) til hoyringar.

Í hesum sambandi skal Samverk gera vart við, at vit mæla frá, at pensjónsaldurin hækkar uppum 68 ár hjá í øllum førum starvsfólkum innan øki hjá Samverk, grundað á teirra langa skeið á arbeiðsmarknaðinum, har flestu fara beinleiðis úr skúla og inn á arbeiðsmarknaðin.

Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið verður sagt, at ”føroyski búskapurin er ikki haldførur, og avbjóðingin er, at tað ikki er javnvág millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar í framtíðini. Neyðugt er við munagóðum inntrivum, fyri at bøta um vantandi haldførið, og eitt av hesum inntrivum er at hækka pensjónsaldurin. Endamálið við uppskotinum er at betra um haldførið í føroyska búskapinum.”

Mett verður eisini, at økta livitíðin fer at verða brúkt til fleiri ár á arbeiðsmarknaðinum.

Sjálvandi eru tað nøkur, ið klára og vilja arbeiða meira, tá tey koma til eftirlønaraldur. Tað eru tó ikki øll, ið megna tað.  

Okkara tilmæli er tí, at lógarásetti eftirlønaraldurin ikki skal hækka uppum 68 ár.

Heldur skal politiski mynduleikin hyggja eftir, hvørjir aðrir møguleikar eru.  

Okkara limir hava rindað til egna eftirløn í yvir 20 ár. Í 2012 bleiv tað við lóg ásett, at allir føroyingar skulu rinda til egna eftirløn. 

Í 2026 verður minsta mark 12% fyri, hvat ein skal rinda inn til egna eftirløn. Flestu fakfelagslimir hava rindað 15% til egna eftirløn longu nú í nøkur ár. Afturat hesum rinda allir lønmóttakarar 3% til AMEG-Samhaldsfasta og arbeiðsgevarin rindar 3% fyri hvørja útgoldna lønarkrónu í Samhaldsfasta. Hetta gevur eitt gott íkast til samlaðu eftirlønina.  

Í 2046, hava allir føroyingar goldið minst 12% inn til egna eftirløn í 20 ár.

Samverk mælir heldur til, at í 2046 hava fólk einans egna eftirlønaruppsparing og Samhaldsfasta at liva fyri, tá tey koma til eftirlønaraldur.  

Inngjaldið til Samhaldsfasta kann hækka eftir 2026, tá lógarásetta persónliga eftirlønargjaldið er komið uppá 12%. Tá kann inngjaldið til Samhaldsfasta hækka við 0,25% um árið fyri løntakarin og fyri arbeiðsgevarin, soleiðis at samlaða inngjaldið er 8% í 2030.  

Tey, sum koma til eftirlønaraldur eftir 01.01.2046, fáa ikki útgoldið fólkapensión. Ístaðin fáa tey eitt hægri útgjald úr Samhaldsfasta, ið kemur ístaðin fyri fólkapensiónina og sum verður fíggja av tí hækkaða inngjaldinum til Samhaldsfasta.  

Hjá teimum, ið fara á eftirløn áðrenn 01.01.2046, verður útgjaldið úr Samhaldsfasta roknað eftir einum inngjaldi á 6%. 

Hjá teimum, ið fara á eftirløn eftir 01.01.2046, verður útgjaldið úr Samhaldsfasta roknað eftir einum samlaðum inngjaldið á 8% frá 2030. 

Vinarliga   
Pætur Niclasen, Samverk  

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo