Sosialu miðlarnir eru ein partur av lívinum hjá nógvum føroyingum, og tað eru nógvir ymiskir mátar sum teir eru blivnir brúktir.
Ein sum hevur sett sín dám á facebook í Føroyum er Jógvan á Dul, sum nærum hvønn morgun í 14 ár hevur gingið sær ein túr við hundi og myndatóli og eftir túrin hevur latið sínar facebookvinir fáa innlit í sínar upplivingar við at leggja myndirnar út.
Men nú gevst hann.
Hesum boðar hann frá á facebook.
"Góđan morgun úr Havn fer ikki longur at vera fastur táttur hjá mær á FB. Eg havi gjørt tađ í 14 ár, men fari nú at gevast viđ tí. Eg eri nú 81 ára gamal, men fari framvegis at fylgja viđ á FB," skrivar hann.
Í stuttari viðmerking sigur Jógvan við VP, at hann hevur gingið túrar nærum allar dagar hesi árini. Kanska einir 20 dagar eru farnir burtur ímillum um árið. Sostatt hevur hann gingið einar 5.000 túrar ella har á leið tilsamans.
Jógvan hevur eisini verið virkin sum ferðaleiðari í føroysku fjøllunum, millum annað við Gongufelagnum í Havn. Har man hann hava gingið einar 600 túrar.
Jógvan fæst ikki at siga, at nakar av túrurnum hevur verið serliga spennandi. Men treyðugt so hevur hann hitt nógv fólk hesi árini. Og tikið nógvar myndir.
á facebookvanga hansara ber til at síggja myndirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo