Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tað letur til, at tað var kanska betur ógjørt, at Manchester United leikarin Jesse Lingard feiraði 2-0 málið ímóti Arsenal í FA Cup dystinum í januar við at dansa tann heimskenda Moonwalk dansin hjá Michael Jackson. 

Dansurin loypti sum skilst øði í fleiri Arsenal leikarar, og við enskar miðlar í dag sigur Bernd Leno, málverjin hjá Arsenal, at dansurin hjá Lingard var við til at motivera Arsenal leikararnar til dystin ímóti Manchester United í gjár.

- Tú fert aldrin at gloyma tað, tá ein feirar eitt mál uppá handan mátan. Tú vilt ikki uppliva tað aftur, so vit vóru motiveraðir, og vit vistu, at vit høvdu ein møguleika ímóti United, tí teir vóru bara eitt stig frammanfyri okkum. Og nú hava vit so tvey stig meira enn teir, so tað var nóg mikið til at motivera okkum, sigur Leno.

Arsenal vann dystin ímóti Manchester United í gjár 2-0 við málum frá Granit Xhaka og Pierre-Emerick Aubameyang.

FA Cup dystin á Emirates í januar vann Manchester United 3-1. Aftaná tann dystin kallaði Jesse Lingard Emirates fyri sítt dansigólv (my dancefloor).

Støðan í Premier League frá nr 3-6:

Tottenham 61 stig, 30 dystir
Arsenal 60 stig, 30 dystir
Manchester United, 58 stig, 30 dystir
Chelsea 57 stig, 29 dystir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo